Tvey føroyingalið stríðast í botninum í bestu íslendsku deildini

Bæði Akranes og FH vóru fyri greiðum ósigrum í dag

Tað gongur bara ongan veg hjá føroyingaliðunum, Akranes og FH í bestu íslendsku fótbóltsdeildini.

 

Kaj Leo í Bartalsstovu fekk 66 minuttir á vøllinum, tá hann og liðfelagarnir taptu greitt 0-3 fyri KA. Í steðginum var støðan tó javnleikur 0-0, og Kaj Leo átti sambært Morgunblaðnum at tikið av einum góðum málmøguleika undan steðginum.

 

Arbeiðssetningurin hjá Akranes gjørdist ikki lættari, tá Hlynur Sævar Jónsson var vístur av vøllinum 10 minuttir undan steðginum. 

 

Ósigurin merkir, at Akranes er framvegis aftast í deildini við bert átta stigum. 

 

KA 3 - 0 Akranes

 

 1-0 Nökkvi Þeyr Þórisson ('68)

 

 2-0 Hallgrímur Mar Steingrímsson ('75)

 

 3-0 Nökkvi Þeyr Þórisson ('86)

 

Gunnar Nielsen hevur havt okkurt at stríðast við í knænum, og tí vardi hann ikki málið hjá FH, ið tapti stórt 1-4 fyri ÍBV úti í Vestmannaoyggjunum. Longu í steðginum var ÍBV á odda 3-0.

 

FH er triðaftast í deildini við 11 stigum.

 

Í annaðkvøld klokkan 19 verður føroyingauppgerð millum Keflavík hjá Patriki Johannesen og KR hjá Halli Hansson. 

 

Støðan:

 

Nr.LiðDystirVJTMálmunurStig
1Breiðablik16122243:2038
2KA17103434:1833
3Víkingur R.1593336:2330
4Valur1793532:2630
5Stjarnan1777334:2628
6KR1666425:2324
7Keflavík1663729:2921
8Fram1647531:3519
9ÍBV1736825:3415
10FH17251017:3211
11Leiknir R.1524913:2810
12Akranes17151115:408