Tá eg komi úr Norðoyatunlinum, fegnist eg um, at tað júst hevur slitið í, og vendi oman í Borðoyarvík. Sláimaskinan dundrar, og Jógvan í Gerðalíð stendur dýggjvátur av regninum og slær grasið av fullari megi:
- Áh, ert tú her? Vælkomin! Eg slái líka tað seinasta pettið, so komi eg. Far tú bara niðan til okkara. Konan er inni, sigur hann og heldur fram at sláa.
Eg fari oman aftur í bilin og koyri niðan móti húsinum. Lítla løtu seinni síggi eg longu bilin hjá Jógvani í bakspeglinum, og vit fylgjast niðaneftir. Vit seta bilin í túnið, Jógvan fer inn í kjallaran, og eg inn í køkin til konuna, Astrid.
Í Gerðalíð-húsinum er blíðskapurin í hásæti. Astrid býður mær inn og setir ketilin útá. Lítla løtu seinni pikkar spakuliga upp á dyrnar:
- Á jøssus, nú er tað Jógvan, sum skal hava rein klæðir, sigur hon og letur dyrnar til kjallaran upp.
- Stakkalin, tú ert druknaður inn á skinnið, sigur hon, letur hurðina aftur og skundar sær eftir turrum klæðum.
- Hasin er ikki følin. Hann kemur í heilum rennvátur og skitin frá arbeiði. Men eg kann ikki verða ill við hann fyri tann skuld. Hann fer altíð tíðliga upp á morgni og seint til songar. Í morgun royndi eg at fara upp, áðrenn hann fór til arbeiðis, men tá var hann longu farin, leggur hon afturat og setir heimagjørda skuffukøku og wienarbreyð á borðið.
Lítla løtu seinni kemur Jógvan úr kjallaranum í fínari skjúrtu:
- Eri eg nú penur?, spyr hann argandi.
Áðrenn vit fáa okkum, biður Jógvan eina stutta borðbøn, har hann takkar fyri langa lívið, matin og vitjanina:
- Vit biðja ikki altíð, áðrenn vit eta. Men tá vit hava gestir, plaga vit ofta at biðja eina stutta bøn, sigur Jógvan og fær sær eitt køkustykki.
Tað er Astrid, sum hevur bakað bæði skuffukøkuna og wienarbreyðið.
- Eg royni altíð at eiga heimagjørda køku inni. Her í húsinum eru altíð nógv fólk. Alt dettur inn á gólvið, og tað er deiligt, sigur Astrid. Dóttirin Henny, ið júst er komin inn, skoytir uppí, at mamman ger døgurða til alla familjuna hvønn gerandisdag:
- Mamma hevur bakað hvørt tað einasta breyðið, síðan tey giftust fyri 65 árum síðani. Hvønn gerandisdag eta vit góðan føroyskan mat frá mammu og pápa, men hvønn sunnudag koma tey til okkara at eta.
- Ja, vit kóka altíð so nógvan døgurða, at tað er nóg mikið til ein afturat, sigur Astrid.
Í Harrans hondum
Jógvan er júst vorðin 90, og Astrid er 86 ára gomul. Spurd, um hvussu tað ber til, at tey enn hava so góða heilsu, ivast Jógvan ikki:
- Tað er bert Harranum at takka. Lívið hjá okkum liggur í Hansara hondum, staðfestir Jógvan. Hann skoytir uppí, at tað er eingin serstøk uppskrift til eitt gott lív:
- Men eg havi fingið onkra umvæling á sjúkrahúsinum av og á, og tað ger góðan mun til tað betra. Vit hava ongantíð drukkið ella roykt og altíð etið góðan mat, sigur hann. Og Astrid skoytir alt fyri eitt uppí, at tey altíð bara hava etið vanligan mat:
- Tá vit siga góðan mat, meina vit ikki alt hetta sunna, sum tey ungu práta um. Vit hava etið nógv feitt, sukur og annað millum ár og dag, men tað hevur verið góður, føroyskur matur. Somuleiðis eru vit bundin at rosinum. Vit eta nógvar rosinur hvønn morgun og taka nakrar upp í nevan, tá vit ganga fram við skápinum. Á jólum fingu vit eitt heilt kartong av rosinum í jólagávu, og tað fór skjótt, sigur Astrid skemtandi. Hon sigur somuleiðis, at hon eisini hevur havt eitt gott lív, tí hon hevur ein so góðan mann:
- Vit hava samst væl øll árini. Óvissan hevur ikki verið í húsinum, sigur hon.
Arbeitt alt lívið
Arbeiðsuppgávurnar í Gerðalíð-húsinum eru greiðar. Astrid tekur sær av øllum í heiminum, og Jógvan ger alt uttandura arbeiðið:
- Eg geri ikki eins nógv nú, sum eg havi gjørt. Tað er einki at reypa av, sigur Jógvan lítillátin, men Astrid er tó ikki bangin fyri at rósa manninum:
- Hann er allan dagin í sving. Hvørt summar slær hann allan bøin, og tá tað er liðugt, arbeiðir hann uttanfyri hjá okkum og børnunum. Har er altíð okkurt at gera. Tá illveður er, finnur hann upp á okkurt inni. Hann skrivar, lesur og sendir teldubrøv til vinir og kenningar, greiðir Astrid frá.
- Eg putlist bara við maskinur, mína gravkúgv og umvæli húsini hjá børnunum. Eg dugi at brúka hamara og sag, so tað er gott. Um eg hevði sitið inni ein heilan dag, hevði eg verið sjúkur alt fyri eitt, sigur Jógvan. Og hjúnini eru samd um, at arbeiði tekur ikki lívið av nøkrum tvørturímóti.
- Tað er lívgevandi at hava okkurt at fara upp til, siga tey.
Hvør ger tað húsliga arbeiðið í Gerðalíð-húsinum, er eisini greitt:
- Higartil havi eg ikki havt brúk fyri hjálp, sigur Astrid. Tað einasta, eg ikki tími so væl, er at dustsúgva. Men Jógvan sleppur at tøma uppvaskimaskinuna viðhvørt. Í morgun hevði eg latið hana upp, so hann kundi tøma hana, áðrenn hann fór til arbeiðis, men tað hevði hann ikki gjørt, sigur Astrid smáargandi.
- Um eg hevði gjørt tað, hevði tað skramblað so illa. Eg vildi ikki vakja teg, sigur Jógvan og sendir konuni eitt stórt bros.
<B style="mso-bidi-font-weight: normal"$?$end$!$Geva ikki skarvin yvir
Hóast Jógvan og Astrid eru ávíkavist 90 og 86 ára gomul, eru tey ung í sinni:
- Vit hava tað gott, og enn hava vit ikki havt brúk fyri hjálp frá øðrum. Heldur ikki hava vit skrivað okkum upp á nakað heim, og vónandi verða vit borin úr heiminum, sigur Jógvan. Hann greiðir frá, at tey viðhvørt plaga at flenna eftir einari stuttligari søgu:
- Einaferð vóru tað tvær senilar systrar. Ein hevði júst verið í bað, men gloymdi tað, tá hon hevði turkað sær. Hon rópti tískil á systur sína og bað hana koma at hyggja, um hon hevði verið í bað. Hin systirin flenti og segði fyri seg sjálva: Gott, eg ikki eri so býtt, og so bankaði hon undir borðið og segði beint eftir hetta við systrina: Bíða, eg fái ikki komið júst nú. - Onkur pikkar á dyrnar! greiðir Jógvan frá, og Astrid brestur í skellilátur:
- Tíbetur eru vit ikki so býtt enn, siga tey við ein munn.
Eg takki fyri gott drekka og fari. Astrid kemur aftan á mær við einum lítlum posa at geva mær. Í posanum eru einir nýgjørdir føroyskir skóleistar, ið hon hevur bundið. Eg eri málleys um hava upplivað tey og teirra blíðskap.