Tvey frystilínuskip á Flemish Kap

Kambur hevur roynt á Flemish Kap í nakrar, og í endanum av seinastu viku hevði Klakkur sína fyrstu setu har yviri

Frystilínuskipið Klakkur, sum brøðurnir, Líggjas og Bethu­el Johannesen eiga saman við Kósini, kom hós­dag­in á fiskileið á Flemish Kap, har eitt annað føroyskt frysti­línu­skip - Kambur - hevur roynt í nakrar dagar.
Fyrsta føroyska línu­skip­ið, sum fór longu leiðina yvir á Flemish Kap í ár, var Váða­stei­n­ur, sum hevur gjørt fyrsta túrin har yviri. Váða­steinur hevði góðan fiski­skap, og tað hevur Kambur eisini havt, síðan teir byrjaðu fiski­skap.
Tá Sosialurin hevði Bethu­el Johannesen í telefonini fríggja­dagin, segði hann, at teir júst vóru í holt við at draga fyrstu setuna.
- Her er illveður í dag, og higar­til hevur lítið av fiski ver­ið á línuni, umframt at fisk­ur­in hevur verið smátt­fall­andi.
Bethuel ivast tó onga løtu í, at Klakkur fer at koma í fisk, og kanska var tað veðr­ið, sum órógvaði henda fyrsta dagin.
Skiparin á frysti­línu­skipi­num Kambi, Mortan Morten­sen, segði við Rás2 hós­dag­in, at fiskiskapurin higar­til hevur verið góður - og eins góður, og hann var í fjør, tá Kambur gjørdi fleiri ís­fiska­túrar har yviri.
Skipari á Klakki henda túr­in er Líggjas Johannesen, men hann var niðri á dekki­num, tá Sosialurin hevði Klakk í telefonini.
Bethuel Johannesen segði, at tá teir komu yvir á Flemish Kap hósdagin, høv­du teir onkran pakka við til mann­ingina á Kambi, og tað gekk væl at fáa pakkan yvir.
- Jú, vit eru spentir eftir at vita, hvussu hetta fer at rigga, nú vit eisini eru farnir at frysta, men vit vænta av­gjørt, at hetta er ein gongd leið, segði hann.