Tvey gull til Rúna Seloy

Hóast hann er yngri av fleiri av kappingarneytunum, so eydnaðist Rúna Seloy at vinna gull á bæði 3.000 og 800 metrum um vikuskiftið

Frælsur ítróttur

 

Leygardagin vann Rúni Seloy danmarksmeistaraheitið fyri dreingir 15 ár á 3.000 metrum. Hetta tá hann í stórum stíli rann á odda allan vegin, og at enda var 4 sekund frammanfyri næsta rennaran. Rúni betraði sína egnu bestu tíð við heili 14 sekundum, so bólkametið hjá honum eitur nú 4.20,49 min.

Í morgun var 800 meturin á skránni. Og heldur ikki hesuferð vísti Rúni sínum mótstøðumonnum nakra sum helst náði. Hann rann knallhart beinanvegin, og hevði 60 sekund um fyrstu 400 metrarnar. Beint áðrenn teir seinastu 100 metrarnar var ein, sum royndi at koma framvið, men Rúni svaraði sterkt aftur og spurtaði í stórum stíli einsamallur á mál. Tíðin hjá Rúna var 2.04,93 og tad er ein betring av hansara egna persónliga meti við trimum sekundum.