Vaktleiðarin á politistøðini í Havn greiðir frá í morgun, at tvey ferðsluóhapp hava verið í hálkuni.
Annað var í gjárkvøldið við Gøtugjógv, og hitt var í morgun í Kollafirði. Vaktleiðari sigur, at bilførararnir ikki varnaðust tað í nóg góðari tí, at tað var hált, og tí hendu óhappini.
Løgerglan var framvið á ymsum valstøðum í gjár, men har var ogastaðni brúk fyri løgregluni, alt gekk sum tað skuldi, sigur vaktleiðarin.
Nógvar av plakatunum eru tiknar niður, hóast onkrar hanga uppi enn. Vaktleiðarin sigur, at ein reglugerð er frá Landsverki um valplakatir, sum sigur, at tær skulu takast niður innan fýra dagar.
Ferðslupatruljan hjá løgregluni var úti í gjár. Ein bilførari varð tikin fyri at koyra 108 km um tíman á landsvegnum í Kollafirði. Hann fær bót og klipp í koyrikortið.
Á sama strekki varð ein bilførari tikin, sum yvirhálaði á einum strekki, har tað ikki er loyvt at yvirhála. Hann fekk eisini bót og klipp í koyrikortið.










