Tvey hava fult og trý hava einki

Tríggir dystir í eru spældir í dag. Í øllum førunum var úrslitið heimasigur. Merkisverdast var úrslitið á Skála. KÍ legði seg á odda, men Skála, sum hevur verið illa fyri higartil í ár, svaraði tvær ferðir aftur og vann tískil.

Tað luktaði ikki sørt av frustratión, tá ið Rodrigo hjá KÍ hótti ein mótstøðumann og varð rikin av vølli.

HB gjørdi skjótt av við B71. Sandoyingar høvdu ikki marginalirnar við sær, og tá ið HB hevði fingið tvey mál var avgjørt, at øll stigini skuldu vera eftir í Gundadali.

EB/Streymur var trilvandi fyrstu løtuna, men Arnbjørn Hansen vísti seg so vandamiklan, sum hann var í 2006. Í fjør var hann ikki so ofta upp á spæl, tí hann var so nógv skaðaplágaður.

Fríggjakvøldið vann ÍF í Sarpugerði, og mikukvøldið var javnt í Gundadali millum B36 og NSÍ.

HB og EB/Streymur hava fult stigatal, meðan KÍ, B68 og B71 einki stig hava vunnið.

3. umfar

Mikukvøldið

B36-NSÍ 1-1 (1-1)

1-0: Bergur Midjord

 

Víkingur-ÍF 0-1

0-1: Frank Poulsen

 

HB-B71 3-0 (3-0)

1-0: Hendrik Rubeksen

2-0: Fróði Benjaminsen

2-0: Andrew av Fløtum

Reytt kort: Símun Hansen, B71, 34.

 

Skála-KÍ 2-1 (1-1)

0-1: Símun Joensen

1-1: Oby

2-1: Oby

Reytt kort: Rodrigo, KÍ, 87.

 

EB/Str.-B68 3-1 (1-1)

1-0: Arnbjørn Hansen

1-1: Jann Ingi Petersen br

2-1: Arnbjørn Hansen

3-1: Arnbjørn Hansen

 

HB, EB/S 6 stig

B36, NSÍ 4 stig

Víkingur, Skála og ÍF 3 stig

B71, B68 og KÍ 0 stig

 

2. umfar

Leygardagin

B68-NSÍ

Sunnudagin

B36-Víkingur

KÍ-HB

B71-EB/Streymur

ÍF-Skála