Tvey lógarbrot

Í blaðnum í gjár høvdu vit tvær tíðindagreinir, har greitt varð frá tveimum lógarbrotum innan almennu umsitingina. Landsstýrismálanevndin hevur staðfest, at Fiskimálaráðið hevur brotið lógina í samband við flyting av einum veiðiloyvi. Lesarar okkara kenna málið, so ikki er neyðugt at fara í smálutir við hesum. Stutt kann sigast, at Landsstýrismálanevndin beinleiðis leggur landsstýrismannin í fiskivinnumálum undir ikki at fylgja landsins lógum. Lesnaðurin av frágreiðingini er sterkur lútur!

Hitt málið snýr seg um sjálvasta løgmálaráðharran og hansara umsiting. Í einum máli um umsiting av navnalógini og um kunngerð í hesum sambandi sigur Løgtingsins umboðsmaður orðarætt: ?Eftir mínari meting er landsstýrismaðurin farin út um sína heimild". Hetta er ikki veikari lútur! Heldur sterkari, tí talan er ikki um, hvønn sum helst men um sjálvan landsins løgmálaráðharra sum tann, ið meira enn nakar annar eigur at halda lógina! Í stuttum snýr hetta málið seg um, at landsstýrismaðurin legði uppskot við endurskoðaðari navnalóg fyri løgtingið fyri nøkrum árum síðani. Úrslitið, tá lógin var samtykt, gjørdist ein nakað meira liberal navnalóg við størri møguleikum fyri undantøkum. Hetta hóvaði ikki løgmálaráðharranum. Sambært niðurstøðuna hjá umboðsmanninum hevur løgmálaráðharrin nýtt høvið at skerja undantaksmøguleikarnar við kunngerð. Hann ger altso eina kunngerð, sum ikki er í samsvar við lógina! Hetta er ein margháttlig framferð av einum løgmálaráðharra!

Eftir stendur spurningurin, hvat nú hendir. Fáa hesi bæði lógarbrotini fylgjur fyri viðkomandi ráðharrar? spyrja fólk, ið eru ørkymlað av støðuni. Okkara boð er, at lógarbrotini fáa als ongar fylgjur. Í staðin fara vit at fáa ein orðafloym, sum skal burturforklára lógarbrotini. Og síðan verða lógirnar helst broyttar, so tær verða í samsvar við tað, sum longu er hent og alt verður gloymt. Livst so spyrst.

Sosialurin