Slovenia spældu samfullar 75 minuttir við 10 monnum, men føroyska landsliðið gagnnýtti ikki støðuna.
Marko Suler var útvístur, tá hann rendi Christian Lamhauge Holst um koll og tók ein upplagdan møguleika frá honum. Revsingin var eitt reytt kort. Slovenia legði seg á odda stutt eftir, og gestirnir hugsaðu fremst av øllum um at verja leiðsluna. Rógvi Baldvinsson, sum spældi sín fyrsta landsdyst, økti um leiðsluna hjá Slovenia, tá hann stýrdi bóltinum í egi mál. Tá var seinni hálvleikur ikki gamal.
Føroyar vóru nógv á bóltinum, men tað eydnaðist ikki at spæla seg til stórvegis upplagdar møguleikar.
Føroyska liðið framdi tvey mistøk í verjupartinum. Úrslitið var tvey mál til Slovenia. ---------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------------
FØROYAR ? SLOVENIA 0-2 (0-1)
0-1: Tim Matavz, 29.
0-2: Rógvi Baldvinsson, sjálvmál, 47.
Dómari: Oliver Drachta, Eysturríki
Føroyar: Jákup Mikkelsen, ÍF ? Jónas Tór Næs, Valur, Rógvi Baldvinsson, Ålgaard, Jóhan Troest Davidsen, Aarhus Fremad, Einar T. Hansen, NSÍ ? Hjalgrím Elttør, KÍ, Fróði Benjaminsen, HB, Daniel Udsen, EB/Streymur, Pól Jóhannus Justinussen, Valur ? Christian Lamhauge Holst, Silkeborg ? Jóan Símun Edmundsson, Newcastle
Á beinkinum: René Tórgarð, EB/Streymur, Atli Danielsen, FC Roskilde, Viljormur Davidsen, FC Fyn, Arnbjørn Hansen, EB/Streymur, Christian Mouritsen, Valur, Súni Olsen, B36, og Bogi Løkin, ÍF
Slovenia: Samir Handanovic ? Miso Brecko, Marko Suler, Bostjan Cesar, Robert Koren, Valter Birsa, Milivoje Novakovic, Bojan Jokic, Josip Ilicic, Armin Bacinovic, Tim Matavz
Á beinkinum: Vid Belec, Branko Ilic, Zlatan Ljubijankic, Zlatko Dedic, Andraz Kirm, Aleksander Radosavljevic, Matej Mavric
93 Dysturin er liðugur. Slovenia hevur vunnið 2-0 á Svangaskarði.
92 Dómarin hevur lagt tríggjar minuttir afturat. Hornaspark til Slovenia, men einki kemur burturúr.
91 Christian Mouritsen royndi við skoti, men framvið málinum.
90 Pól Jóhannus Justinussen sendir innfyri úr vinstru, men Bostjan Cesar skallar bóltin av vøllinum til føroyskt hornaspark. Føroyar fáa einki burtur úr hornasparkinum.
89 Súni Olsen sendir bóltin innfyri úr høgru, men slovensku verjuspælararnir sparka burtur.
88 Føroyar fáa framvegis ov lítið burturúr.
87 Vit fáa neyvan eina endurtøku av dystinum í 2000, tá Føroyar fekk tvey mál seinastu minuttirnar. Tað er einki, sum bendir á tað.
86 Sama støðan. Lítil ferð á spælinum og fáir møguleikar.
85 Slovenar spæla bóltinum millum sín.
84 Tað er ov lítið bit í føroyska álopsspælinum.
83 Einar Hansen kastaði innkast inn fyri úr vinstru, men slovenar eru aftur fyrstir á bóltinum.
82 Føroyar spæla við trimum verjuspælarum nú.
81 Brian Kerr hevur framt sína síðstu útskifting. Súni Olsen hevur loyst Jónas Tór Næs av.
80 Føroyar eru aftur á bóltinum nú. Tað er mest sum bara gjøgnum føroysku vinstru síðu, at føroyingar leypa á.
79 Atli Danielsen spældi Fróða Benjaminsen, sum hevði runnið seg í góða støðu, men mótstøðumenninir fingu bóltin av honum, tá hann skuldi skjóta.
78 Føroyar royna at hótta.
77 Hjalgrím Elttør sendir innfyri, men slovenar skalla bóltin út av vøllinum til nýtt føroyskt hornaspark. Føroyar fáa einki burtur úr næsta hornasparkinum.
76 So kemur útskiftingin. Christian Mouritsen hevur loyst av Christian Lamhauge Holst. Andraz Kirm hevur eisini loyst av Tim Matavz, sum skjeyt fyrsta málið hjá Slovenia.
75 Atli Danielsen royndi seg úr 25 metrum, og Handaovic stýrir bóltinum út til føroyskt hornaspark.
74 Tað hendir sera lítið, tá føroyingar royna at hótta gestirnar.
73 Christian Mouritsen verður innskiftur um eina lítla løtu. Hann stendur til reiðar á síðulinjuni.
72 Slovenia hevur ikki stórvegis trupulleikar av at taka broddin av føroyska álopsspælinum.
71 Vit bíða framvegis eftir einum føroyskum møguleika...
70 Føroysku spælararnir tykjast ikki orka at leggja meira fyri í álopsspælinum. Teir eru troyttir.
69 Sama støðan. Føroyar eru meira á bóltinum, men tað hendir lítið og einki.
68 René Tórgarð er millum teirra, sum hita upp. Tað er líkt til, at Jákup Mikkelsen noyðist av vøllinum.
67 Slovenski málverjin er hægstur eftir hornaspark og boksar bóltin burtur.
66 Hann royndi seg við skoti, men Handaovic hálvbjargaði. Hjalgrím Elttør fekk bóltin uttan fyri brotsteigin. Klaksvíkingur smekkaði til, men umvegis ein mótstøðumann, fór bólturin av baklinjuni.
65 Hjalgrím Elttør verður feldur, skamt frá brotsteigarmarkinum í høgru. Fríspark. Einar Hansen skal skjóta.
64 Slovenia dúvar upp á skjótálop.
63 Tað er lítil ferð á spælinum nú.
62 Gula kortið hjá Jóan Símun Edmundsson, sum framherjin fekk fyri hvíldina, hevur við sær, at hann er leikbannaður móti Estlandi týsdagin.
61 Føroyar er framvegis meira á bóltinum, men slovenar eru væl skipaðir í verjustøðu og geva føroyingum lítið pláss at spæla á.
60 Vindur og regn á Svangaskarði nú.
59 Slovenar eru skilagóðir og leggja ikki ov nógv fyri. Teir stevna móti sigrinum og eru nøgdir við støðuna, sum hon er.
58 Ein føroysk roynd! Einar Hansen sendi inn fyri úr vinstru, málverjin fekk hondina á, og bólturin stakk fyri føturnar á Hjalgrím Elttør. Hann royndi seg við skoti beinanvegin, men framvið málinum.
57 Føroyingarnir eru meira á bóltinum, men tað spyrst lítið ítøkiligt burturúr.
56 Slovenia spælir aftur við fýra verjuspælarunum. Nú fór aftur at regna á Svangaskarði.
55 Slovenia skiftir út. Zlatan Ljubijankic hevur loyst av Milivoje Novakovic.
54 Føroyar er leikliga omaná. Orsøkin er fremst av øllum, at Slovenia hugsar mest um at varðveita leiðsluna.
53 Einar Hansen fór framvið og royndi seg úr 20 metrum, men framvið málinum. Eingin vandi á ferð.
52 Slovenia gevur føroyingum pláss at spæla nú. Gestirnir hava ongantíð hug at trýsta føroyska liðið.
51 Nú royna Føroyar at leggja gestirnar undir trýst.
50 Slovenia spælir við trimum verjuspælarum.
49 Føroyar vóru eisini aftan fyri 2-0, tá tað eydnaðist at fáa javnleik á Svangaskarði móti Slovenia í 2000.
48 Spurningurin er nú, hvat Brian Kerr, føroyskur landsliðsvenjari, ger.
47 2-0 TIL SLOVENIA! Sjálvmál. Rógvi Baldvinsson, sum spælir sín fyrsta landsdyst, stýrdi hornasparkinum í egi mál. Baldvinsson hevur annars verið stinnur higartil.
46 Seinni hálvleikur er byrjaður. Hornaspark til Slovenia.
47 Nú er hálvleikur. Slovenia, sum spælir við 10 monnum, er á odda á Svangaskarði. Grasvøllurin, sum er bloyttur av vatni, hevur ikki darvað spælinum meira enn so, at liðini hava spælt seg til fleiri upplagdar møguleikar. Slovenia skal spæla heili 45 minuttir afturat við 10 monnum. Spurningurin er, hvussu føroyska liðið fer at gagnnýta ta støðuna.
46 Føroyar hava framt fyrstu útskiftingina. Daniel Udsen er farin av vøllinum við skaða, og Atli Danielsen hevur loyst hann av.
45 Tveir minuttir eru lagdir afturat.
45 Daniel Udsen er skaddur og ynskir at sleppa av vøllinum. Atli Danielsen fer at loysa hann av.
44 Slovenia leggur ikki serliga nógv fyri nú. Tað ræður fremst av øllum um at halda leiðsluna til hálvleiks.
43 Christian Lamhauge Holst slapp ígjøgnum í vinstru, men avleveringin til Hjalgrím Elttør, sum hevði ríkiligt av plássi í brotsteiginum, var ikki nóg neyv. Ein upplagdur møguleiki fór fyri skeyti.
42 Tað eru Jóan Símun Edmundsson og Christian Lamhauge Holst, sum ganga á odda í føroyska álopsspælinum.
41 Nakrir av føroyingunum, sum sita á beinkinum, eru farnir at hita upp. Tað gevur ábendingar um, at seinni hálvleikur verður ikki gamal, tá fyrsta føroyska útskiftingin verður framd.
40 Jóan Símun Edmundsson hevur fingið gult kort.
39 Tim Matavz fór um koll í føroyska brotsteiginum og ætlaði sær brotsspark, men dómarin lat ikki við seg koma.
38 Nú er lítið skipa fótbóltsspæl.
37 Slovenar eru ikki eins nærgangandi sum fyrstu løtuna, tá teir hava bóltin á føroysku hálvuni.
36 Jóan Símun Edmundsson hevur spælt væl. Nú flutti hann bóltin púra einsamallur, umgyrdur av fleiri mótstøðumonnum, heilar 20 metrar fram, áðrenn hann fekk eitt innkast burturúr.
35 Føroyar fáa einki burturúr.
34 Fríspark til Føroyar, eitt sindur úti í høgru síðu. Hjalgrím Elttør ger seg til reiðar at senda bóltin inn í brotsteigin.
33 Tað hendir lítið nú.
32 Føroyingar hava torført við at vinna bóltin frá gestunum, sum hava verið raskir, síðani Marko Suler varð útvístur.
31 Gestirnir úr Slovenia ræðast ikki at leypa á, hóast teir spæla við 10 monnum.
30 Føroysku spælararnir halda fram at stríðast.
29 1-0 TIL SLOVENIA! Tim Matavz hevur lagt Slovenia á odda. Føroyski verjuspælararnir vóru als ikki nærlagdir eftir fríspark, og Matavz smekkaði til. Jákup Mikkelsen hevði ongan møguleika at verja fyri.
28 Spurningurin er nú, um Brian Kerr fer at spenna álopsbogan, ella um hann bíðar.
27 Gestirnir úr Slovenia tykjast ikki skakkir av støðuni.
26 Daniel Udsen fær einki burtur úr frísparkinum. Bólturin fór væl omanfyri.
25 Marko Suler er útvístur! Slovenia spælir við 10 monnum nú! Føroyar hava fríspark, skamt frá brotsteigarmarkinum!
24 Slovenskur verjuspælari brúkar neyðbremsuna og tekur ein upplagdan møguleika frá Christian Lamhauge Holst, sum var púra einsamallur við málverjan!!
23 Slovenia er meira á bóltinum, men Føroyar hava havt besta møguleikan.
22 Tað er turt og stilt á Svangaskarði. Vøllurin verður helst turrari so líðandi.
21 Føroyski verjuparturin er væl skipaður.
20 Holst var nær við! Hjalgrím Elttør sendi innfyri úr høgru, og Christian Lamhauge Holst stýrdi bóltin móti málinum. Slovenski málverjin tveitti seg og loftaði bóltinum. Størsti møguleikin í dystinum higartil!
19 Pól Jóhannus Justinussen hevur verið raskur og stríðist væl.
18 Josip Ilicic sendi innfyri úr vinstru, og Tim Matavz var akkurát ov stuttar at fáa fótin á. Jákup Mikkelsen fekk bóltin.
17 Dysturin er javnur. Liðini skiftast um at vera á bóltinum.
16 Jóan Símun Edmundsson og Christian Lamhauge Holst hava verið eyðsýndir higartil.
15 Slovenia hevur trupult at fáa ferð á bóltin á váta grasvøllinum á Svangaskarði. Tað vísir seg at vera ein fyrimunur fyri Føroyar.
14Føroyingar eru raskir og ræðast ikki at tveita seg í nærdystirnar. Fleiri glíðandi takklingar fyrstu løtuna.
13 Føroyar eru byrjaðar væl, men tað gongur við rúkandi ferð, tá gestirnir hótta føroysku verjuna.
12 Enn ein føroysk roynd. Pól Jóhannus Justinussen var hægstur í brotsparkinum, men tað eydnaðist ikki at seta málverjan undir stórvegis trýst.
11 Jákup Mikkelsen spælir ikki við fullari megi. Rógvi Baldvinsson skjýtur málsparkið.
10 Um reppið, at Slovenia legði seg á odda. Bostjan Cesar royndi at stýra einum innleggi úr høgru móti málinum, men bólturin fór framvið málinum.
9 Samir Handanovic, sum spælir við Udinese, er hægstur og loftar bóltinum, uttan stórvegis trupulleikar.
8 Hornaspark til Føroyar.
7 Føroyska liðið smæðist ikki burtur.
6 Føroyar hava havt fyrstu royndina! Jónas Tór Næs kastaðu bóltin innfyri úr høgru, og bólturin stakk fyri føturnar á Christian Lamhauge Holst. Hann smekkaði til, men bólturin fór upp um málið.
5 Lítið samanhangandi spæl fyrstu løtuna.
4 Føroyingar hava torført við at varðveita bóltin, tá teir loksins eru á honum.
3 Føroyar hava bara runnið aftaná Slovenia fyrstu løtuna.
2 Gestirnir úr Slovenia eru ágangandi og spenna álopsbogan beinanvegin. Bólturin støkkur ikki sum vanligt á vøllinum.
1 Dysturin er byrjaður. Líkindini eru góð. Tað er turt og stilt. Hinvegin er grasvøllurin bloyttur av vatni, og tað er torført at fáa ferð á bóltin. Tað merkist væl, at tað hevur regnað uttan slit seinnapartin. Tað fer heilt vist at darva spælinum. Fáir áskoðarar eru til landsdystin á Svangaskarði í kvøld.
UNDAN DYSTINUM:
Sigfríður Clementsen, fótbóltsviðmerkjari, er sannførdur um, at tað verður ein greiður fyrimunur fyri føroyska liðið, at dysturin verður spældur á Svangaskarði.
- Vøllurin á Toftum er ikki tann besti. Einstaku spælararnir noyðast helst at nerta bóltin tvær ella tríggjar ferðir fyri at fáa tamarhald á honum. Slovenia fáa neyvan stórvegis ferð á sítt spæl, og tað er ein fyrimunur fyri føroyska liðið, sigur hann.
Rógvi Baldvinsson spælir sín fyrsta landsdyst í kvøld. Hann er í miðverjuni. Pól Jóhannus Justinussen, sum spælir í miðverjuni hjá íslendska Valur, spælir í vinstra borði. Skilagott, heldur Sigfríður Clementsen.
- Hjalgrím Elttør, sum spælir í høgra borði, er framrættaður. Tað eru Daniel Udsen og Christian Lamhauge Holst, sum spæla á miðjuni, eisini. Uppgávan hjá Pól Jóhannus Justinussen verður helst at stuðla hinum í verjustøðu. Hann er dugnaligur verjuspælari, sigur Sigfríður Clementsen.