Armgarð á Regni setti fyrr í dag føroyskt met í bonkpress í sínum vektklassa, og aftur fyri løtu síðani, setti hon nýtt føroyskt met í deadlift í sínum vektklassa. Eisini Helgi Lamhauge setti nýtt føroyskt met í sínum vektklassa í deadlift, tá hann økti eitt gamalt met hjá sær sjálvum.
Armgarð á Regni tók metið frá Tóru Martinsdóttir, sum áðrenn hevði metið. Metið hjá Tóru Martinsdóttir var á 155 kilo í deadlift, men Armgarð á Regni megnaði at lyfta 157,5 kilo.
Hjá monnunum økti Helgi Lamhauge sítt gamla met í 90 kilo vektklassanum. Hansara gamla met var 282,5 kilo, men tað var økt við 17,5 kilo, tí Helgi Lamhauge kláraði ikki minni enn at lyfta 300 kilo í deadlift.