Tvey reyð kort á Skála

B36 vann trivaligan sigur og er við fullari úrtøku ovast á talvuni

Tað endaði 4-1 til gestirnar, tá ið B36 í kvøld vitjaði undir Mýruhjalla á Skála.

 

Úrslitið ber við sær, at B36 eftir trý umfør hevur fulla úrtøku og er topplið. Víkingur hevur sieini fulla úrtøku, men málmunurin hjá B36 er +8, og hjá Víkingi er málmunurin +5.

 

Hálvleiksstøðan var 2-0 til B36, og áðrenn tveir minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki økti B36 um munin til 3-0. Tá sá alt út til at vera leyst og liðugt, men eina løtu var tað tó eitt sindur av spenningi í, hóast B36 leikliga var greitt omaná. Seks minuttir eftir steðgin sá B36 miðverjin Thomas Lillo gula kortið fyri aðru ferð, og so vóru gestirnir undirmannaðir.

 

Ellivu minuttir undan leikloki minkaði Carlos Ferreira um munin til 3-1. Í fjør var portugiskisk álopsspælarin toppskjútti í næstbestu deildini, og í kvøld skoraði hann fyri fyrstu ferð í fremstu deildini.

 

Hóast skálamenn vóru fleiri enn mótstøðumenninir, og teir minkaðu um munin, so mengaðu teir ongantíð av álvara at fáa spenning í aftur.

 

Í tíðini, sum dómarin legði aftrat, sá vongverjin í vinstru hjá Skála, Teitur Poulsen gula kortið fyri aðru ferð, og so vóru teir 10 ímóti 10. Heilt til endan staðfesti innskifti Gutti Dahl-Olsen 4-1 B36 sigurin. Hetta var fyrsta málið hjá Gutta, síðani hann undan kappingarbyrjan flutti úr EB/Streymi og í Gundadal til B36.

 

Ein lítil hálvur tími var farin, tá ið Bjarki C. Nielsen setti hol á. Hann skoraði úr heilt stuttari fjarstøðu og við handara stólpa, eftir at Marius Kryger Lind legði innfyri úr høgru.

 

Lítla løtu undan steðginum økti B36 um munin til 2-0. Málskjútti var Zean Peetz Dalügge, sum nú hevur skorað trý mál.

 

Leygardagin fær Skála vitjan av KÍ, og sunnudagin fær B36 vitjan av 07 Vestur.