Hondbóltur: Klaksvíkingar vóru á odda at kalla allan seinna hálvleik, men við einum dundurskoti bara tvey sekund undan leikloki, tryggjaði hann Neistanum eina stigið.
Team Klaksvík legði hart út og kom skjótt á odda við tveimum málum, áðrenn Neistin tók sær um reiggj og stjól leiðsluna. Neistin varðveitti leiðsluna størsta partin av fyrra hálvleiki, men klaksvíkingar hingu í og vóru eina løtu á odda 9-8, áðrenn Neistin seinastu minuttirnar av fyrra hálvleiki aftur kom í gongd og tryggjaðu sær eina tepra 13-12-hálvleiksleiðslu.
Levi Nybo stóð sum ein brandur í Team Klaksvík-málinum, og høvdu teir tikið av fleiri møguleikum í álopsspælinum, hevði Team Klaksvík óivað verið á odda í hálvleikinum. Tað komu teir tó skjótt í seinna hálvleiki eftir eina frálíka byrjan, og henda leiðslan helt sær at kalla allan seinna hálvleik. Neistin, sum hevði trupulleikar við at fáa álopsspælið at hanga saman, royndi seg eina løtu við at mansverja Sámal Olsen og Zarko Pejovic, men lítið nyttaði. Team Klaksvík hevði eina loysn uppá flest alt, og hevði tað ikki verið fyri nakrar óneyðugar útvísingar og misnýttar møguleikar, so hevði Team Klaksvík óivað avgjørt dystin. Tað gjørdu teir ikki, og hóast teir løgdu seg á odda við tveimum tá ið bara hálvur annar minuttir var eftir at leika, so var hetta ikki nóg mikið. Tvey sekund vóru eftir, tá ið Finnur Hansson hjá Neistanum við einum dundurskoti javnaði til endaliga úrslitið 32-32.
Í einum illa og til tíðir hart leiktum dysti gjørdist talan um eitt stig í part. Neistin hevði tørv á báðum stigunum fyri ikki at missa KÍF burtur, meðan Team Klaksvík kundi brúka eina stigið til at leggja seg undir liðina á StÍF á einum deildum 5. plássi.
Neistin – Team Klaksvík 32-32 (12-11)
Neistin: Jugoslav Djumic (7) Josef Abrahamsen (6) Finnur Hansson (5) Carl Herup Olsen (5) Heini Hanusarson (4) Áki Mørk, (3) Teitur Magnusson (2)
Útvísingar: 5x2min.
Team Klaksvík: Zarko Pejovic (6) Hanus Norðberg (5) Sámal Olsen (5) Dánjal Kjærbo (5) Filip Jojic (4) Jón Jacobsen (3) Andrias Ellingsgaard (2) Jóhan Højgaard (1) Beinur Heðinsson (1)
Útvísingar: 6x2min.