Tvey sjálvmál og reytt kort í sama dysti

Írskur verjuleikari hevði ein av sínum verstu fótbóltsdøgum í gjár

Vanliga plaga vit ikki at skriva stórvegis um tað, sum fer fram í næstbestu fótbóltsdeildini í Onglandi, The Championship, men í gjár var kortini ein hending í deildini, sum teir flestu miðlarnir hava lagt til merkis.

 

Talan var um írska verjuleikaran hjá Blackburn, Shane Duffy, sum skoraði heili tvey sjálvmál í dystinum ímóti Cardiff í gjár. Fyri at gera ilt verri, so vóru hetta einastu málini, ið Cardiff skoraði í gjár. Dysturin endaði 2-1 til Cardiff, og sostatt var Shane Duffy avgerandi munurin á liðunum.

 

Fyri at gera ilt verri hjá neyðars Duffy, so fekk hann eisini reytt kort. Í yvirtíðini fekk írin sítt seinna gula kort, og harvið varð hann rikin av vølli.

 

Shane Duffy hevur nú skorað trý sjálvmál í kappingarárinum, sum nýliga er byrjað. Í vikuskiftinum tapti Blackburn 3-0 ímóti Wigan, og tá skoraði Duffy eisini eitt sjálvmál.

 

Shane Duffy var eisini við á írska landsliðnum, sum luttók í EM-endaspælinum í Fraklandi. Írland spældi seg í áttandapartsfinaluna, har írar tó blivu bastir av fronsku vertunum. Og í hesum dysti fekk Shane Duffy reytt kort fyri eina ógvusliga takkling - ikki eingongd lygn.