NARKOMÁLIð
Ákæruvaldið hevur síðani málið gjørdist alment kent tann 17. januar í ár hildið uppá, at tann 36 ára gamli danin er tann stóri bakmaðurin, ið hevur skipað fyri einum stórum parti av hassjsøluni í Føroyum.
Frágreiðingarnar hjá teimum báðum vitnunum, sum vóru í rættinum fríggjamorgunin, góvu greiðar ábendingar um, at tann ákærdi hevur verið bakmaður, og at hann hevur staðið fyri skipaðari hassjsølu. Hetta noktar tann ákærdi sjálvur tó fyri.
Bakmaður
Tað fyrsta vitnið var ein maður, sum í mars mánaði í ár fekk tveir mánaða fongslulsrevsing fyri at hava selt eitt kilo av hassji.
Tá hansara mál var fyri í rættinum, greiddi hann frá, at tann ákærdi stóð fyri allari sølu av hassji í Føroyum. Fríggjamorgunin segði hann tó, at tann ákærdi stóð fyri einum stórum parti av hassjsøluni.
Hann greiddi frá, at hvussu hann hevði selt hassj fyri ákærda. Hann fekk í tí sambandi eina fartelefon, so hann kundi hava samband við kundarnar hjá sær. Fartelefonina skuldi hann lata innaftur seinni.
Hann játtaði, at hann hevði keypt tilsamans 500 gramm av hassji, og at tey 250 grammini keypti hann frá ákærda. Vitnið greiddi frá, at tað hevði keypt hassj frá honum í eini fimm ár, men at hann eisini keypti frá øðrum navngivnum persónum.
Vitnið segði, at hann roykti nakað av hassjinum sjálvur, og tí skyldar hann enn tí ákærda einar 5.000 krónur. Vitnið sigur, at tann ákærdi var tolin viðvíkjandi skuldini, men at hann hevði nevnt, at hann kundi finna uppá at seta eld á húsini hjá mammuni ella at knúsa bil hennara.
Hetta tók hann ikki í álvara, men hann var bangin fyri at fáa bank, tá hann var í býnum.
Minkandi nøgdir
Tað næsta vitnið fekk í februar fongsulsrevsing í eitt ár og tríggjar mánaðir fyri at hava selt átta kilo av hassji, sum hann hevði fingið frá tí ákærda. Hann játtaði seg sekan í hesum.
Í rættinum fríggjamorgunin vildi hann tó ikki standa við hesi orðini. Nú vildi hann bara kennast við 5-6 kilo av hassji, sum alt varð keypt frá tí ákærda.
Hetta vitnið segði, at hann hevði verið undir trýsti frá løgregluni, sum eisini hevði lovað honum linari revsing, um hann segði sannleikan. Tað fekk hann tó ikki, tá samanumkom.
Vitnið hevur áður greitt løgregluni frá, at hann smuglaði ein stóran part sjálvur. Henda søgan var tó lygn, tí hann fekk alt frá tí ákærda, greiddi hann frá. Vitnið segði, at hann bara fekk hassj frá tí ákærda og ikki frá nøkrum øðrum.
Málið helt fram fríggjadagin seinnapart, tá trý vitni skuldu avhoyrast.