Tvíburarnir halda fram í Fuglafirði

Elias og Hans Jákup J. Lervig halda fram í Fuglafirði

Tíðindini úr Fuglafirði hava seinastu vikurnar verið, at ein og so aftur ein og so fleiri av teimum, sum vóru nógv á besta liðnum síðsta kappingarár, eru farnir úr ÍF og í onnur feløg.

 

Í dag boðar ÍF frá, at tveir av spælarunum, sum vóru nógv á besta liðnum, hava skrivað undir uppá, at teir eisini í 2022 fara at spæla við ÍF.

 

Talan er um tvíburarnar Elias J. Lervig og Hans Jákup J. Lervig. Teir eru raskir spælarar, sum ivaleyst vera millum teir – saman við liðformanninum Karl Løkin – skulu halla sær at, nú setningurin er at endurvinna plássið í bestu deildini.

 

ÍF flutti í heyst niður. Liðið endaði á níggjunda plássi við 16 stigum.

 

Síðani tá eru fleiri spælarar fluttir í onnur feløg: Jákup N. Olsen, Ari Ó. Ellingsgaard, Steinbjørn Olsen og Emil W. Joensen hava skrivað undir við Skála, og Ólavur Niclassen og Bogi Reinert Petersen eru fluttir til EB/Streym.