Tvøroyrar Borðtennis- felag fimti ár

Tann 23. februar 1998 eru fimti ár runnin síðani fyrsta borðtennisfelagið í Føroyum var stovnað.

Tvøroyrar Borðtennisfelag var fyrst eitt privat felag, men seinri bleiv tað eitt av teimum størstu vetrarítróttarfeløgunum í Føroyum, og eru tað mong, bæði gentur og dreingir sum hava spælt borðtennis.

Felagið lá eina stutta tíð stilt, helst av tí at hølisvið-urskiftini ikki vóru tey bestu, men so kom ferð á og í 1950 var so byrja aftur, og tann sum fekk hetta í lag var Ib Hauritz sáli, sum var ein undangongumaður við lít, tað var eisini sami Ib Hauritz sum stovnaði Ítróttarfelagið NSÍ, tá undir navninum Tjaldrið.

Táverandi formaður ÍSF?s skrivaði í einari oddagrein í Ítróttartíðindi, sum var eitt blað ið var givið út av Ítróttarsambandinum, hann hevði hesi orð til tað sum Ib framdi bæði her og seinni, tá hann var bakari í Runavík »Tað var køllsvart ítróttarliga á Skálafjørðinum, áðrenn hesin tvørámaður kom«. Nú blómar ítrótturin har, takka veri ein av okkara borðtennismonnum. Og við fyrst almenna góðkenda føroyameistaraskap á Tvøroyri luttóku leikarar frá NSÍ.


Endurstovnað

Felagið TBF bleiv endurstovnað í 1950, nú sum eitt kappingarfelag og fekk veruliga vind í seglini, tí tá var ikki nógv av vetrarítrótti, hetta førdi eisini við sær, at borðtennis bleiv ein stór ítróttargrein, ja, tann størsta, sjálvt um ikki góðkendar kappingar vóru.

Góðkenningin kom fyrst í 1959.

Tað at íðka vetrarítrótt innandura broyttist fyrst tá bygdar vóru ítróttarhallir. Nú blivu tilboðini fleiri, og tað kom so at ganga út yvir hesi ítróttargrein, tí tað krevst serligt hegni at spæla broðtennis, men sjálvt um ítróttargreinin ikki er av teimum størstu í dag, so hevur hon yvirliva og tað fer hon eisini at gera í framtíðini, um veruliga nakað verður gjørt fyri at menna hana, og her verður hugsað um tey smærru plássini sum ikki hava ítróttarhallir og sum fólkatalið er lítið, men borðtennis krevur ikki tey nógvu, so her er nakað, sum eigur at vera gjørt nakað við.

Ítróttargreinin hevði ilt við at fáa góðkenning ÍSF?s, so øll tey fyrstu árini var spælt og kappast innanfelags, fyriskipaðar vóru steypakappingar, hetta vóru steyp, sum vóru givin til kappingarnar.

Tað mest kenda var Keypmanssteypið sum var givið av keypmonnum á Tvøroyri, teir sum eiga part í hesum steypi eru Niels Midjord, Sigurbjørn Niclasen, men tann sum vann tað til ognar var tann legendariski borðtennisleikarin Eirik Jensen.

Eitt ungmannafelag sum var partur av borðtennisfelagnum við navninum »Glottin« gav eitt steyp til unglingarnar at kappast um.

Hetta steypið var vunnið av Rudolf Niclasen, sála, sum var ein sera góður ítróttarmaður, hann var eisini føroyameistari í double, tá spældi hann fyri B36 í Tórshavn.

Rudolf hevði uttan iva fingið eina glæsuliga framtíð sum fótbótlsspælari, men ein arbeiðsskaði forðaði hesum, hann er eisini kendur sum formaður TB?s.

Tað kundu nógv nøvn verið nevnd í samband við at felag okkara hevur stovningardag, bæði lokalt og runt landið, men lat tað liggja hesaferð. Men tað vil so vera, at nøkur nøvn og persónar hava leingi verið við, borðtennisítróttini at gagni.


Góðkend ítróttargrein

Fyrst í 1959 bleiv henda ítróttargreinin góðkend av ÍSF sum almenn kappingargrein og fyrsta føroyameistarakappingin bleiv fyriskipað á Tvøroyri. Nú var flutt úr tvøratungu út í stásuligu fimleikarhøll skúlans.

Og hetta var eitt framstig, góðar umstøður, umklæðingarrúm við brúsu og øðrum hentleikum.

Aftaná hetta komu regluligar kappingar í lag og hava tær verið hildnar hvør ár. Tvøroyrar Borðtennisfelag hevur góð úrslit at vísa á og nøvnini sum Alek Beck, Niels Hougård, Eirik Jensen og ikki at gloyma fyrstameistaran í einstaklingaspæli, Sigurbjørn, standa frammaliga í hesari ítróttargrein.

Umstøðurnar vóru sum vera man ikki tær bestu í byrjanini, tað var í 1950 spælt í tvøratungu, sum var eitt gamalt dansihøli, ein søguligur bygningur, sum ikki er til meira, men sangurin, sum Thorolf Dam, ein av okkara fremstu undangongumonnum yrkti, vil gera tað at navnið verður varðveitt.


Tvøratunga-Tvøratunga

hvør ein sprunga

gav í gjóstri ljóð

men tú var várt høli

sjálvt um tú var kølið

var tú ramman, var tú

ramman

um tann nýggja sport.


TBF hevur haft umboðan á landsliði Føroya, og vóru vit sera gott umboðaðir á tí fyrsta landsliði, sum hevur vunnið landsdyst á íslendingum í Íslandi, tað var ein stórhending.

Uttanlandaferðir hava verið til luttøku á skeiðum bæði í Danmark og Svøríki. Tað fyrsta skeiðið sum felagið luttók á, var í Vejle í 1958 og har fingu vit samband við Poul Sandberg, venjara, sum so kom til Føroya og legði lag á, hann ferðaðist runt landið og var hann í Føroym í 1960-61.

Tó kann sigast at fyrsta uttanlandakappingin í hesari ítróttargrein var í samband við TB-vitjanina í Hetlandi í 1956.

Tað hava verið uttanlandaferðir av ymiskum slag, mest hava tær verið fyri at menna ítróttin, og tí hava spælarar luttikið á venjingarskeiðum og hetta hevur verið bæði í Danmark og í Svøríki.

Tað hevur eisini verið luttikið á norðurlendskum stigi, bæði til norðurlandakappingar og seinni hava eisini verið veterankappingar, bæði VM, EM og norðurlendskar.

Ein felagsskapur sum hevur verið virkin í fimti ár hevur sjálvandi eina søgu og í søguni eru nógv nøvn av einstaklingum sum hava verið serliga virknir, bæði sum aktivir og sum teir og tey sum stóðu aftan fyri felagið, tey eiga stóran heiður og tøkk.

Tað var tann tíð tá henda ítróttargreinin var tann størsta her á landi, tað er hon ikki í dag, men hon er tó virkin.

Í dag eru ítróttarhallirnar komnar og verður tí kappingin um okkara ungdóm meira krevjandi, tí møguleikarnir at luttaka í ítróttargreinum sum ikki eru so krevjandi sum nú borðtennis er, spælið er í høgum metan enn, úrslitið frá oyggjaleikunum vísti at vit kunna, um vit vilja, og við rættari fjálgan verður ítrótturin aftur at mennast.


Móttøku á stovningardegnum

Tvøroyrar Borðtennisfelag fer at markera stovningardagin við einari móttøku fyri ítróttarumboðum og lokalu myndugleikunum sum so dyggiliga hava stuðlað og harvið gjørt tað møguligt at hetta felagið hevur verið virkið í fimti ár, og tað eiga teir lokalu myndugleikarnir takk fyri.

Tað verður eisini møguleiki hjá okkara íðkandi í dag at koma undir venjing hjá tí mest kenda føroyska borðtennisleikaranum, silvurvinnarin frá oyggjaleikunum, Kjartan Eli Hentze,

Kjartan Eli verður gestavenjari felagsins teir næstu 14 dagarnar, og tað er gáva felagsins til teir aktivu spælararnar og tað fer at menna ítróttin.

Tað verður sjálvandi eitt alment veitsluhald, tað skylda vit okkara bygdafólki sum takk fyri teirra stuðul. Tað verður til heystar og ætlanin verður tá at skipa fyri kapping fyri allar deildir og fyri allar aldursbólkar, so at vit møguliga vilja møta mongum av teimum sum ígjøgnum árini hava íðkað hesa ítróttargrein og tað eru ikki so fá, at kappingin og markeringin verður løgd til heystar, er eisini at markera at í 1999 eru 40 ár farin síðani fyrsta almenna føroyameistaraskapið var spælt við góðkenning ÍSF?s.


Sverre Midjord