Mikudagin klokkan 09.45 fleyg tyrlan jomfrútúrin eftir nýggju ferðaætlanini av Boðanesi vestur í Vágar. Eini fimm ferðafólk vóru við hendan túrin.
Tað hevur leingi verið ein trupuleiki hjá fólki, sum koma úr Suðuroynni og skulu uttanlands við flogfari, at tey røkka ikki flogrutuni, sum fer til flogfarið hjá Atlantsflog. Tískil hava fólk verið noydd at farið úr Suðuroy dagin fyri, tey skuldu flúgva.
Men nú hevur Atlantsflog gjørt av at flúgva tveir túrar um vikuna fyribils við tyrluni av Boðanesi vestur á flogvøllin.
Hesir túrarnir eru av Boðanesi mikudag og fríggjadag klokkan 09.45 fyrrapart, soleiðis, at fólk, sum koma við Smyrli, hava góða tíð at koma í land og yvir á tyrlupallin.
Heri Niclasen, sølustjóri á Atlantsflogi, sigur, at hendan fyrsta túrin mikudagin vóru eini fimm fólk, sum gjørdu nýtslu av tyrluni.
Hjá teimum varð túrurin vestur í Vágar væl stytri enn hjá teimum, sum fóru við bussinum, um enn hann var eitt sindur dýrari.
Fólk, sum fara uttanlands við flogfari, hava vanliga nakað av viðføri við, og verður alt hetta íroknað, tekur tyrlan 10 ferðafólk hvørja ferð. Um einki viðføri er, kunnu 13 fólk sleppa við.
Heri Niclasen sigur, at ferðafólkatalið við tyrluni er vaksið rættiliga væl í mun til í fjør.
Fyrstu 10 mánaðarnar í 1996 ferðaðust 2.400 fólk við tyrluni, meðan talið 10 teir fyrstu mánaðarnar í 1997 var uppi á 4.100 ferðafólkum. Hetta er ein vøkstur, sum liggur umleið tey 70 procentini.
Eisini onnur tiltøk hjá Atlantsflogi hava góða undirtøku, sigur Heri Niclasen, sølustjóri.
Eitt nú vikuskiftistiltakið til Reykjavíkar, Gjugg í Borg, er væl umtókt.
Annars skipar Atlantsflog eisini saman við DFDS fyri skíferðum til Noregs í vetur.