Tyrlutænastan samtykt

Ein meiriluti í løgtinginum gav týsdagin Jørgen Niclasen heimild til at gera ein tíggju ára sáttmála um veitan av tyrlutænastu

Eftir at vinnunevndin hevði skrivað tvey álit, og løgtingið hevði havt enn eina drúgva viðgerð av málinum, eydnaðist tað týsdagin einum meiriluta at samtykkja uppskotið um tyrlutænastuna, sum so nógv orðaskifti hevur verið um seinastu dagarnar.

Atlantic Airways varð strikað úr sjálvum lógartekstinum, og nú gleið uppskotið betur niður hjá einum parti av løgtinginum. 17 tingmenn atkvøddu fyri uppskotinum við aðru viðgerð, meðan tey 13 umboðini hjá Javnaðarflokkinum og Sambandsflokkinum atkvøddu blankt.

Í lógartekstinum stendur nú, at landsstýrismanninum verður heimilað at gera ein 10 ára sáttmála um veitan av tyrlutænastu. Har stendur sostatt einki um Atlantic Airways, og hetta merkir, at landsstýrismaðurin í veruleikanum kann gera sáttmála við eitthvørt felag um tyrlutænastuna. Men einki bendir á, at Jørgen Niclasen fer at lata einum øðrum felag tíggju ára sáttmálan, sum hevur eitt virði uppá 140 milliónir krónur yvir næstu 10 árini.

Andstøðan segði seg ikki kunnað taka undir við uppskotinum, tí hon heldur, at málið framvegis er ov illa lýst, og at Jørgen Niclasen ikki hevur greitt løgtinginum frá, um talan veruliga er um bestu og bíligastu loysnina.

Men 17 tingmenn hildu altso, at málið er búgvið at fara víðari til triðju og endaligu viðgerðina, og soleiðis broytt varð uppskotið samtykt.