– Vit kunngera í dag heimsstjörnuna Oliver Tree og trý onnur spennandi növn. Öll eru tey eitt sindur lögin, hvör á sín hátt, men samstundis eru öll fangandi.
Soeliðis skrivaði G!Festivalurin í tíðindaskrivi 10. mars í ár, tá tað var kunngjørt, at amerikanski sangarin Oliver Tree skuldi koma til Føroya at spæla á G!Festivalinum í næsta mánaði.
Og lítið vardi tað okkum fyrr í dag, tá vit skrivaðu tíðindini um tryluvanlukkuna í Brasil, at ein føroysku vinkul var í hesi søgu.
Men í kvøld frættist, at Oliver Tree er ein av teimum seks fólkunum, sum doyðu í tyrluvanlukkuni.
Lesið eisini: Tvær tyrlur stoyttu saman í Brasil – minst seks fólk deyð
Sambært brasilskum miðlum og løgregluni í Rio de Janeiro var Oliver Tree ein av teimum seks, sum lótu lív, tá tvær tyrlur stoyttu saman í luftini yvir býnum.
Vanlukkan hendi í býpartinum Recreio dos Bandeirantes, har onnur tyrlan datt niður á eitt parkeringsøki við elbilum. Eldur kyknaði í minst 20 bilum eftir samanstoytin.
Oliver Tree var kendur fyri hittini Life Goes On og Miss You og hevði milliónir av fylgjarum á sosialum miðlum og stroymingartænastum. Hann var á altjóða konsertferð og hevði fleiri konsertir á skránni í Evropa í summar, umframt framførslun á G!
Brasilskir myndugleikar hava sett kanningararbeiði í verk fyri at finna orsøkina til vanlukkuna.











