Tyson og Holyfield aftur í ringin

Mike Tyson hevur bjóðað Evander Holyfield av, og Holyfield er klárur at taka enn ein dyst ímóti “The Beast”

Mike Tyson hevur bjóðað Evander Holyfield av. Teir báðir hava tvær hittst í ringinum áður. Báðar ferðir hevur Holyfield vunnið, og tískil hevur Holyfield góðar vónir til dystin móti Tyson, um hann verður til nakað. 


- Eg havi smurt hann av tvær ferðir, og eg eri klárur at geva honum enn ein umgang, sigur Evander Holyfield, sambært BT.

Holyfield er í dag 45 ára gamal, men hóast tað er hann framvegis virkin sum boksari. Tyson er 41 ár og hevur ikki boksað síðani 2005.


Fyrstu ferð Tyson og Holyfield hittust var í 1996. Tá vann Holyfield upp á tekniskt knockout í 11. umfari. Árið eftir hittust teir aftur og tá var tað, at Tyson var dømdur at tapa dystin, eftir at hann beyt annað oyra av Holyfield. 


- Ein dystur móti Holyfield er tað einasta, sum kann fáa meg aftur í ringin, sigur Mike Tyson, sambært danska blaðnum.