U-15 landsliðið til Brøndby

Seinnu árini hevur U-15 landsliðið í fótbólti luttikið í kapping í Aberdeen, men í ár verður luttikið í Brøndby Cup 2011 í staðin. Tað hevur verið fastur táttur hjá U-15 landsliðnum at luttaka í Aberdeen International Football Festival seinnu árini, men í ár er kappingin avlýst. Tí hevur FSF valt at luttaka í Brøndby Cup í summar við U-15 landsliðnum. Kappingin verður í døgunum 30. july til 4. august. Ætlanin er at fara sama dagin sum kappingin byrjar og koma aftur til Føroyar 5. august.

 

U-15 landsliðið var eisini í Newcastle í fjør á venjingarlegu og spældi móti ymiskum liðnum úr Newcastle økinum. Venjarar hjá U-15 eru Mathias Davidsen og Eli Hentze.