U 19 landsliðið er nú úttikið

Frá 5. og til 9. oktober skal føroyska U 19 fótbóltslandsliðið luttaka í EM undankapping í Svøríki. Nú er tað greitt, hvørjir teir átjan spælararnir eru, sum fyrst í oktober skulu umboða Føroyar í Svøríki.
Einir átta spælarar hava hetta kappingarárið spælt í Formuladeildini. Summir eru fastir menn í bestu deildini, og aðrir hava verið løtir á vøllinum. Tveir spælarar royna í eingilsku Everton og Manchester City at stríða seg gjøgnum nálareygað fyri at sleppa framat á høgum støði í útlandinum, og ein roynir seg á unglingaliðnum hjá OB í Odense.
Teir, sum hava fingið landsliðsboð, eru Trúgvi Askham og Ólavur í Ólavstovu, FS Vágar, Einar Hansen og Bogi Løkin, NSÍ, Andreas Lava Olsen, LÍF, Jóhan V. Gunnarsson og Levi Hanssen, B36, Kristoffur Jacobsen, KÍ, Poul T. Dam, HB, Gunnar H. Haraldsen, Fram, Jón Krosslág Poulsen, VB, Sam Jacobsen, GÍ, Símun Rógvi Hansen, B71, Frank Poulsen, ÍF, Per Heinasson, SÍ, Jóhan Trost Davidsen, Everton, Pætur T. Jørgensen, OB og Christian R. Mouritsen Manchester City.
Føroyar skulu 5. oktober spæla móti Belgia, 7. oktober móti Ungarn og 9. oktober móti Svøríki. Venjarar hjá U 19 landsliðnum eru Bill McLeod Jacobsen og Heðin Askham.