U-21 landsliðsleikarar halda fram í B36

B36 hevur havt tvey sera avbjóðandi ár og úrslitini hava ikki staðið mát við støddina á felagnum. Í fjør kostaði tað millum annað Sigrfríði Clementsen starvið sum venjara. Formaðurin í B36, Sámal Ímundarson, sigur við heimasíðuna hjá B36, at teir nú royna at fáa felagið í rætta legu aftur.

 

- Vit hava brúkt stóra orku til at fáa allar karmarnar kring alt felagið í trygga legu. Hópurin til komandi avbjóðingar er eisini um at taka skap, og sjálvandi hevur tað ovurstóran týdning fyri felagið, at vit áhaldandi hava ein sterkan bul av spælarum, sum hava sín uppruna í felagnum, sigur Sámal Ímundarson.

 

Bæði Odmar Færø og Høgni Eysturoy hava roynt seg á føroyska U-21 landsliðnum í ár. 20-ára gamli Odmar Færø er fyri tað mesta at finna í einum verjukendum leikluti, og var í fjør triðj mest nýtti leikarin hjá B36. Hann hevur sambært faroesoccer.com, spælt 86 dystir fyri B36. Sáttmálin hjá Odmari er kaldandi fyri komandi kappingarár.

 

Høgni Eysturoy er somuleiðis 20-ára gamal og er framatrættaður leikari. Hann spældi í fjør, sambært faroesoccer.com, 23 dystir fyri B36 liðið. Sáttmálin hjá Høgna Eysturoy er galdandi fyri bæði 2011 og 2012.