U14 klárt til altjóða kapping

Fótbóltur: Fara mánadagin til Aberdeen at spæla

FÓTBÓLTUR: 16 spælarar eru úttiknir til U14 landsliðið, sum mánadagin skal til Aberdeen at luttaka í eini aljtóða fótbóltskapping.

Venjari hjá liðnum er Edvard Nielsen, og spælararnir, sum hann hevur úttikið eru: Petur K. Nielsen úr B71, Sámal J. Samuelsen, Marni Djurhuus og Jón Danielsen úr EB, Jan Ingi Petersen úr B68, Andy Olsen úr NSÍ, Hanus Eliasen úr ÍF, Bergur Midjord úr B36, Gutti Harryson, Bjartur Lamhauge, Rani D. Christiansen, Eli Thorsteinsson, Rókur Jespersen, Esbern Patursson, Frank Poulsen og Bjarni Jørgensen úr HB.

Leiðarar á ferðini verða Óli Holm, Jákup Simonsen, Edvard Nielsen og Ransin N. Djurhuus.

Farnu tveir dagarnar hava spælararnir fyrireikað seg á Svangaskarði. Teir vandu og spældi venjingardyst, og mánadagin fara teir við flogfari úr Vágum til Glasgow. Liðið verður í Skotlandi til 20. juli, og skal spæla fleiri dystir á ferðini.

Føroysk U-landslið hava áður verið við í kappingini í Aberdeen, sum FSF heldur verða eina hóskandi avbjóðing til yngstu landsliðsspælararnar.