U15: Fyrireika seg til landsdystir

- Endamálið við kappingini í Danmark er fyrst og fremst at fáa spælt liðið saman, sigur venjarin

Týsdagin fór føroyska U15-landsliðið við dreingjum til Esbjerg í Danmark, har EfB Spar Nord Elite Cup 2019 er á skránni næstu dagarnar. Føroyska ferðalagið kemur heim aftur sunnudagin 2. juni.

Esbjerg fB, AC Horsens, B93 og HIK vera mótstøðuliðini, tá U15-landsliðið við dreingjum næstu dagarnar fer at taka lut í EfB Spar Nord Elite Cup 2019, sum verður spælt í Esbjerg í Danmark.

Kappingin er samstundis fyrireikig til UEFA menningarkappingina, sum verður í heyst, tá føroyska liðið skal royna seg ímóti Írlandi, Luksemborg og Kosovo.

- Endamálið við kappingini í Danmark er fyrst og fremst at fáa spælt liðið saman, bæði í verjustøðu og í framrættaða spælinum, sigur Jan Mølvad Laursen, ið er venjari hjá U15-dreingjunum, við heimasíðuna hjá FSF.

Skráin:

Mikudagin 29. mai

Esbjerg fB – Føroyar (kl. 18:00)

 

Hósdagin 30. mai

AC Horsens – Føroyar (kl. 10:40)

Føroyar – B93 (kl. 16:30)

 

Fríggjadagin 31. mai

Føroyar – HIK (kl. 10:40)

 

Leygardagin 1. juni eru kvalifiseringsdystir á skránni.

 

Hópurin:

Jón Petur M. Thomsen, NSÍ

Emil Elmelund Hansen, HB

Ólavur J. Poulsen, Víkingur

Jónatan Nattestad, 07 Vestur

Hjalmar Gudmundsen, 07 Vestur

Markus á Lakjuni, ÍF

Suni Herman J. Petersen, B71

Hanus Højgaard, B68

Óli Mittún, FC Hoyvík

Jákup Nesá, B68

Thomas Bjørn S. Miezan, HB

Olivur Renéson Thomsen, TB

Hans Pauli á Bø, EB/Streymur

Marius Árting Allansson, B36

Ári Arnason, AB

Høgni Heinason, FC Hoyvík

Carl Mikkelsen, B36

Tobias Elmelund Hansen, HB