Onnur finalan á stóra steypadegnum hjá FSF á Tórsvølli í dag var í U15-deildini hjá gentum, har B36 og KÍ hittust.
B36 fekk eina góða byrjan og legði seg á odda 1-0 við máli frá Astrid Mittfoss, men Malena Olsen hjá KÍ syrgdi fyri at hálvleiksstøðan var 1-1.
Í seinna hálvleiki vístu KÍ-genturnar hví tær eru nummar eitt í landskappingini. Tær skrúvaðu ferðina upp, og málini nærmast rapaðu inn.
Tað endaði við 5-2-sigri til KÍ, og stóri leikarin hjá klaksvíksgentum var Malena Olsen, ið skeyt heili fýra mál. Hon gjørdist eisini dagsins leikari.
U15 gentur:
B36-KÍ 2-5 (1-1)
1-0: Astrid Mittfoss, 4.
1-1: Malena Olsen, 13.
1-2: Malena Olsen, 36.
1-3: Anitha í Dalinum, 45.
1-4: Malena Olsen, 52.
2-4: Jasmin Mittún Darvishi, 54.
2-5: Malena Olsen, 55.