U16: HB trífaldur steypavinnari

U16 dreingirnir hjá HB vunnu eisini sína steypafinalu á Tórsvølli

Fyri triðju ferð hetta vikuskiftið hevur HB vunnið eitt steypagull. Hesa ferð vóru tað U16 dreingirnir hjá HB, sum vunnu 4-1 á KÍ, eftir at tað stóð á jøvnum í hálvleikinum.

 

HB hevur munin á KÍ í landskappingini og tí kemur tað ikki óvart á, at HB hevði munin í dystinum. Sveinur Lava Olsen legi HB á odda í fyrra hálvleiki, men fyri hálvleiki javnaði KÍ við málið, sum Óli Eyðsteinsson Poulsen skoraði.

 

Í seinna hálvleiki setti HB seg á dystin. HB kom á odda, tá KÍ gjørdi sjálvmál, áðrenn Regin í Geil Jacobsen og Sveinur Lava Olsen avgjørdu finaluna. KÍ stríddist og megnaði eisini at minka um munin við máli, sum Ari Miné Jacobsen skoraði.

 

HB-KÍ 4-2 (1-1)

1-0 Sveinur Lava Olsen

1-1 Óli Eyðsteinsson Poulsen

2-1 Sjálvmál

3-1 Regin í Geil Jacobsen

4-1 Sveinur Lava Olsen

4-2 Ari Miné Jacobsen