FSF skrivar:
- Føroyska U16 landsliðið við dreingjum slapp veruliga at royna seg ímóti einum sterkum ungarskum landsliði, tá teir í farnu viku vóru á venjingarlegu í Budapest
– Í fyrra dystinum stóðu vit væl í verjustøðu. Arbeiðsinnsatsurin var góður, og ungarar høvdu trupult við at skapa teir heilt stóru málmøguleikarnar. Tíverri eydnaðist teimum kortini at fáa eitt mál beint fyri steðgin, og tá vit so í seinna hálvleiki royna at trýsta, fyri at fáa útjavnandi málið, verða vit ta einu ferðina fangaðir langt frammi á vøllinum, ið endar við, at Ungarn økir til 2-0 eftir eina skjóta umstilling.
– Í seinni dystinum var ætlanin at leggja eitt hægri trýst, og upp á tann mátan skapa fleiri málmøguleikar. Hetta eydnaðist til tíðir væl, men vit fáa tíverri einki mál, og samstundis gav tað ungarum meira pláss í álopsstøðu. Gamaní var hetta “bara” ein venjingardystur, men vit eru sjálvandi als ikki nøgdir við úrslitið, sigur Christian Høgni Jacobsen, ið stendur á odda fyri U16 landsliðnum við dreingjum.
Umframt venjingar, vóru tveir landsdystir eisini á skránni, tá føroyska U16 landsliðið við dreingjum í farnu viku var á venjingarlegu í ungarska høvuðsstaðnum, Budapest.
Talan var eisini um sterka mótstøðu, ið bíðaði okkara dreingjum. Fyrra dystin vunnu ungarar 2-0, meðan seinni dysturin endaði 5-0 til Ungarn.
– Sjálvt um vit tapa báðar dystirnar, so verður venjingarlegan í Ungarn, har teir fingu møguleikan at royna seg ímóti einum fysiskum og vælspælandi landsliðið, heilt víst góður førningur hjá okkara spælarum at taka við sær í framtíðini, sigur Christian Høgni Jacobsen.
Næsta uppgáva hjá U16 dreingjunum verður frá 26. februar til 4. mars komandi ár, tá Føroyar vera vertir fyri einari UEFA menningarkapping. Luttakandi londini vera Føroyar, Kosovo, Bosnia-Hersigovina og Estland. Skrivar FSF.











