U17 driengir: Hattrik til SÍ

Eisini dreingirnir hjá SÍ hava vunnið FM-gull

Sørvágur hevur gjørt reint borð í dag til FM fyri tey yngru, sum verður avgreitt í Trongisvági. U17 dreingirnir vunnu 3-0 á Fleyr í finaluni og eru FM vinnarar. Tað var ein ávísur spenningur í settunum, men hvørja ferð endaði SÍ við at vinna.

 

Les eisini: (U15 dreingir) SÍ er FM vinnari

 

Fyrr í dag hava bæði U15 dreingirnir og U16 genturnar hjá SÍ vunnið 3-0 sigrar á júst Fleyr. Tí er talan um satt hattrik hjá sørvingum í dag. Hjá SÍ bleiv Hjørtur Joensen valdur til dagsins spælara, meðan Dávið Hentze bleiv valdur til dagsins spælara hjá Fleyr.

 

Les eisini: (U16 gentur) SÍ aftur vinnari

 

Dreingir U17 FM finalan:

SÍ-Fleyr 3-0

(25-19, 25-16, 25-21)

 

Mynd: (Flogbóltssambandið)

Aftast frá vinstru: Rajko Petrovic, venjari, Jón Weihe Simonsen, Ari í Haraldstovu Petersen, Julian Vest Niclasen, Jjørtur Joensen, Jógvan Kári Birgirson Lauritsen.

Fremst frá vinstur: Ragnar Weihe, Róar Egholm Anderson, Bjarni Joensen, Oddur í Haraldstovu Petersen.