Føroyska U17 kvinnulandsliðið í fótbólti var aftur í dag partur av einari málríkari uppgerð í øðrum umfarinum í EM-undankappingini í ligu B.
Fyrr í vikuni taptu Føroyar 4-6 fyri Írlandi. Í dag gjørdist talan um eitt 3-4 tap fyri vertstjóðini, Litava.
Føroyar fingu annars eina dreymabyrjan. Fimm minuttir vóru farnir av dystinum, tá Kára Sigurðsson legði Føroyar á odda við einum brotssparki. Bert fimm minuttir seinni økti Sára Benjaminsen til 2-0, ið eisini var hálvleiksstøðan.
Í seinna hálvleiki svaraði Litava aftur við tveimum málum, men í 84. minutti legði Kára Sigurðsson Føroyar á odda 3-2. Bert tríggjar minuttir seinni javnaði Litava til støðuna 3-3. Fimm minuttir inni í tíðini dómarin hevði lagt aftrat skoraði Litava sigursmálið upp á brotsspark.
Føroyar endaðu sostatt aftast í bólkinum við ongum stigi. Írland vann bólkin við seks stigum, og Litava fekk trý stig.
Tær sum byrjaðu dystin:
1. Hanna Ellefsen (M)
4. Eydna Ólavsdóttir Gaard
5. Leona Kjærbæk Djurhuus (L)
6. Karla Sjóstein
7. Sara Benjaminsen
9. Kára Askham Sigurðsson
10. Sigrið Hansdóttir
13. Anna Katrina Poulsen
15. Halla Morgan Ejdesgaard
16. Ranja Joensen
18. Sára Kristiansen
Kelda: FSF