U17 landsliðið við gentum á venjingarlegu

Sum liður í fyrireikingunum til EM endaspælið í Føroyum næsta ár, fer U17 landsliðið við gentum til Danmarkar á venjingarlegu

U17 landsliðið, sum fyrireikar seg til at vera vertur fyri EM í 2021, hevur vant so nógv sum gjørligt higartil í ár. Fleiri venjingardystir og kappingar eru tó avlýstar, men í komandi viku fara tær á venjingarlegu í Danmark, har tær skulu spæla tveir venjingardystir.

Hin fyrri verður fríggjadagin 18. september móti U18 liðnum hjá Vejle Boldklub, og hin seinni verður sunnudagin 20. september móti U17 liðnum hjá Kolding Q.

U17 landsliðið hevur tríggjar venjingar hesa vikuna, áðrenn tær fara til Danmarkar, harav ein er ein venjingardystur móti besta kvinnuliðnum hjá KÍ, sum herfyri tryggjaði sær meistaraheitið í Betri Deildini hjá kvinnum.

Pauli Poulsen, landsliðsvenjari hevur úttikið hesar leikararnar til venjingarleguna:

Victoria O. í Funningsstovu, B36

Jasmin Mittún Davishi, B36

Jovina av Skarði, B36

Ester Ellingsgaard, B36

Halla E. Joensen, HB/Royn

Gunnvá Lútzen, HB

Ida Mercy Chukwudi, HB

Sára B. Jespersen, HB

Maria V. Johansen, NSÍ

Brynhild Janusardóttir, Víkingur

Rakul Sørensen, Víkingur

Sarita Petersen, EB/Streymur

Marita Lisberg, EB/Streymur

Anna K. Mikkelsen, Skála

Jórun N. Patawary, KÍ

Anitha á Dalinum, KÍ

Jancy Mohr, KÍ

Kristina Nattestad, 07 Vestur