U17-landsliðið endaði undankappingina við heiðurligum avriki móti Albania

Aftaná tveir lúsingar móti Niðurlondum og Kroatia endaði U17-landsliðið við einum munandi betri avriki móti Albania

Mynd: FSF

Føroyska U17-landsliðið hjá monnum hevur havt tað tungt í EM-undankappingini, ið hevur verið í Albania.

 

Í tveimum teimum fyrstu dystunum hevur talan verið um stórtap, ávikast 0-6 (0-3) fyri Niðurlondum og 0-7 (0-3) fyri Kroatia. Tó er talan um tvær av teimum fremstu fótbóltstjóðunum í Evropa.

 

Í dag lá munandi væl betri fyri, tá okkara spældu móti vertstjóðini, Albania. Albania vann dystin 1-0. Tað eydnaðist at halda málið reint til 57 minuttir vóru leiktir av dystinum. 

 

Byrjanaruppstillingin: Markus Johansen (M), Silas Bjarnason Joensen, Jeffrey Dulavík Berg, Rasmus Helgsason, Eyðtór Eyðsteinsson Joensen, Dávid Reynheim (K), Djóni Sivertsen, Páll Müller, Jónas Samuelsen, Benadiktus Olsen og Jógvan í Skála

 

Eykamenn: Poul Eliasen (M), Jónas Gaard Brynhildarson, Rasmus Emil Poulsen, Dánial Mørkøre, Heini Sólheim Guttesen, Jógvan í Lon og Dávid Høgnason Viderø. (Kelda: FSF).

 

Kroatia vann bólkin við sjey stigum, og Niðurlond vóru nummar tvey við seks stigum. Albania endaði á triðja plássinum við fýra stigum, og Føroyar endaðu aftast við ongum stigi. 

 

 

 

Mynd: FSF