U17 landsliðini í flogbólti áveg tll Ikast

U17 landsliðini fyri gentir og dreingir skulu frá mánadegnum 14. oktober til mikudagin 16. oktober luttaka í árligu U17 NEVZA kappingini. Seinastu árini hevur hendan kappingin verið hildin í Ikast í Danmark.

Ferðalagið við gentunum og dreingjunum fóru í morgun avstað við Atlantsflog til Keypmannahavn og koyra tey síðani við bussi til Ikast.

 

Genturnar byrja kl. 10 føroyska tíð í morgin ímóti Onglandi.

 

Kappingin hjá dreingjunum byrjar somuleiðis við dysti ímóti Onglandi. Føroysku dreingirnir byrja kl. 12føroyska tíð.

 

##med2##

Allir dystirnir verða vístir á sjónvarpsrásini hjá danska flogbóltssambandinum: danskvolleyball.tv . Talan er um eina gjaldsrás.