Fyrr í dag vann U17 landsliðið 3-0 á Stavanger, og í kvøld endaði tað málleys ímóti skotska liðnum Cove Rangers.
Skotska liðið hevur yvirvág í spæli, men megnaði ikki at skapa opnar kjansir ímóti sterku føroysku verjuni. Føroyska liðið hótti hinvegin við kontraálopum og var um reppið at fáa okkurt málið.
U17 landsliðið spælir triðja og seinasta dystin í bólkaspælinum mikudagin kl. 14.00. Dysturin verður ímóti Hetlandi.
U15 landsliðið spælir tveir dystir mikudagin.