U17: Taptu stórt í Albania

Talan gjørdist um trý tap, tá føroyska U17-landsliðið við dreingjum í farnu viku tók lut í EM-undankapping, sum var spæld í Albania, skrivar Fótbóltssambandið

Føroyska liðið, ið byrjaði á vøllinum móti Hollandi - Mynd: www.FSF.fo

Talan gjørdist um trý tap, tá føroyska U17-landsliðið við dreingjum í farnu viku tók lut í EM-undankapping, sum var spæld í Albania, skrivar Fótbóltssambandið.

 

– Vit byrja hampuliga væl, men tað vísti seg skjótt, at Holland var ein ov stórur biti. Móti Kroatia spældu vit als ikki upp til okkara besta, og taptu greitt. Í síðsta dystinum eru vit væl við, og avrikið var gott. Men vit stóðu eftir við ongum, so tað var øgiliga skuffandi, at vit ikki fingu stig burturúr, tí tað høvdu vit heilt greitt uppiborið.

 

Orðini eigur Christian Høgni Jacobsen, venjari hjá U17-landsliðnum við dreingum, sum í síðstu viku tók lut í EM-undankapping í Albania.

 

Í fyrsta dystinum taptu Føroyar 6-0 fyri Hollandi, og síðani varð føroyska liðið sett upp á pláss av kroatum, sum vann 7-0. Síðsti dysturin var móti albansku vertunum, og tá hilnaðist væl frægari, men endin var, at Albania vann 1-0.

 

– Alt í alt var hetta ein spennandi avbjóðing, og eg rokni eisini við, at hetta hevur ment okkara dreingir. Serliga dysturin móti Albania vísti teimum, hvat teir kunna, um teir arbeiða hart og hava dirvi at spæla, sigur Christian Høgni Jacobsen við heimasíðuna hjá FSF.

 

##med2##

 

Føroyska liðið, ið byrjaði á vøllinum móti Hollandi - Mynd: www.FSF.fo

Christian Høgni Jacobsen, høvuðsvenjari, og Rógvi Nónsgjógv, ið er fysiskur venjari hjá U17-landsliðnum – Mynd: www.FSF.fo