U17: Taptu tepurt fyri Onglandi

Hóast føroyska U17-landsliðið við dreingjum vísti eitt framúr liðavrik í fyrsta dystinum í NM-kappingini, so gjørdist úrslitið kortini eitt tepurt 1-0 tap fyri Onglandi

 

U17-landsliðið við dreingjum, sum í hesum døgum luttekur í árligu NM-kappingini fyri U17-landslið, spældi í dag fyrsta dystin í kappingini. Og hóast føroysku dreingirnir stríddust væl, so endaði tað kortini við einum teprum 1-0 tapi fyri Onglandi, sum eisini var støðan í steðginum, skrivar heimasíðan hjá Fótbóltssambandinum.

 

Sum upptakt til dystin løgdu venjararnir báðir, Áki Johansen og Pól F. Joensen, stóran dent á, at um føroyska liðið skuldi hava nakran møguleika móti sterku onglendingunum, so máttu allir stríðast fyri hvønn annan, og sleppast skuldi undan alt ov nógvum persónligum feilum.

 

Fyrstu løtuna var Ongland greitt omaná Brumuddal Stadion í Hamar, men sum fráleið komu okkara dreingir meir við í dystin, og við eitt sindur av hepni kundi føroyska liðið havt lagt seg á odda, men ístaðin skoraði Ongland til 1-0 stutt fyri hálvleik.

 

Eftir steðgin hildi føroysku dreingirnir fram við at stríðast, men móti endanum av dystinum byrjaði orkan at ganga undan. Føroyska liðið vísti gott spæl stórar partar av seinna hálvleiki, men kortini var torført at koma fram til teir heilt stóra málmøguleikarnar. So sjálvt um føroyska liðið framdi eitt framúr liðavrik, og endaði tað kortini við einum teprum tapi, skrivar fsf.fo

 

Næsti dystur hjá føroyska liðnum verður í morgin, tá okkara dreingir skulu royna seg ímóti Norra.

 

Føroyar: Karstin Hansen - Hilmar Leon Jacobsen (75. min. Pól Fláaberg), Høgni E. Nielsen, Bartal Wardum, Jóhan Waag Høgnesen - etuel Hansen, Rói Olsen - Teit Jacobsen(65. min. Ari Krosslá Poulsen), Meinhard Olsen, Jan á Høgaryggi (75. min. Levi Jøkladal) -Jákup Ludvig Thomsen (60. min. Petur Knudsen).

 

Á beinkinum uttan at koma inn: Andrias Poulsen, Heri Mohr og Símun Johan Wolles.