U18 EM: Føroyar taptu greitt fyri Portugal

Føroyska U18 manslandsliðið skal nú spæla um endastøðurnar millum nummar 13 og 16

Mynd: HSF

Portugal hevur havt eina stóra menning í hondbólti seinnu árini, og tað sæst eisini aftur á yngru landsliðunum hjá Portugal.

 

Tí var tað ein sera torfør uppgáva føroyska U18 manslandsliðið hevði í seinasta dystinum í bólki J í millumumfarinum í EM-endaspælinum í Montenegro.

 

Føroyar taptu greitt 27-36 fyri Portugal. Mesti skaðin hendi í fyrra hálvleiki. Í steðginum var Portugal á odda 22-13.

 

Sostatt megnaðu Føroyar javnleik 14-14 í seinna hálvleiki móti sterka portugisiska liðnum.

 

Føroyar skoraðu upp á 27 av 48 málroyndum. Portugal skoraði upp á 36 av 55 málroyndum.

 

Fríði Holm í Innistovu hevði eitt gott avrik. Hann skoraði sjey mál upp á átta málroyndir. 

 

Føroyar enda aftast í bólki J í millumumfarinum við ongum stigi aftaná tepurt tap fyri Kekkia, og greið tap fyri Slovenia og Portugal.

 

Føroyar skulu nú spæla um endastøðurnar millum nummar 13 og 16. Tað alt avgerandi er at enda á minsta lagi fimtanda plássinum, ið gevur rættin at kappast í HM-endaspælinum fyri U19-landslið komandi summar. Enda okkara á sekstanda plássinum standa vit við svartaperi. 

 

Málskjúttar: Fríði Holm í Innistovu 7/8, Helgi Jakob Halldórsson 3/4, Magnus Arason 3/4, Erling Erlendsson 2/2, Haraldur Karlsson 2/3, Lýðar í Dímun 2/4, William Napoleon Djurhuus 2/5, Filip Haldansen 2/7, Jógvan Andreas Lamhauge 1/2, Rúnar Hammer 1/3, Jákup Egholm 1/3, Pauli Rasmussen 1/3. 

 

Bjargingar: Ingi Johannesen 5/14, Bjarni G. Jacobsen 5/28. 

 

 

 

Mynd: HSF