Føroyska U19 landsliðið sum hesa seinastu vikuna hevur verið til EM-undankapping í Bulgaria, spældi í dag seinasta dystin í undankappingini. Dysturin var ímóti grannunum úr Íslandi í einum dysti sum Ísland vann 2-1.
Hálvleiksstøðan í dystinum var 0-0, og sum heild var føroyska liðið væl við allan fyrra hálvleik sum hann var. Í seinna hálvleiki legði Ísland seg á odda tvær ferðir, áðrenn Føroyar 10 minuttir fyri leiklok minkaðu um munin. Av tí sama trýsti føroyska liðið nógv seinastu løtuna fyri at fáa útjavnandi málið, men tað varð ikki til meira enn trýst.
Málskjútti hjá Føroyum í dystinum var Lukas Grenaa Giessing, ið skoraði málið uppá brotsspark.
Móti endanum av dystinum máttu Føroyar spæla við einum manni í undirtali, tá liðskiparin, Arnbjørn Svensson, fekk sítt seinna gula kort í dystinum.
Føroyska liðið til dystin í dag sá soleiðis út:
Mattias H. Lamhauge (HB) – Petur í Túni Petersen (Víkingur), Arnbjørn Svensson (Víkingur), Andrias Edmundsson (Sunderland), Andri Benjaminsen (NSÍ) – Gilli Samuelsen (B36), Magnus H. Jacobsen (B36), Hugin Samuelsen (B36), Hanus Sørensen (FC Midtjylland) – Lukas Grenaa Giessing (FC Midtjylland) – Hans Jákup Annfinsson (HB)
Í seinna hálvleiki komu Sjúrður Pauli Nielsen (NSÍ), Pætur Hentze (NSÍ) og Stefan Radosavljevic (TB/FCS/Royn) á vøllin.
Føroyar - Ísland 1-2 (0-0)