HB skrivar á heimasíðuni, at nú er tíðin so endiliga komin, at fyrsti europeiski dysturin skal spælast. Hann verður ímóti meistarunum úr Luksembourg, FC Progrès Niederkorn.
Ein av miðverjunum á U19-liðnum, Erlendur Háfoss, er sum vera man sera spentur.
– Hetta er sera stuttligt. Hetta er fyrstu ferð nakrantíð, at eitt føroyskt lið er við í Youth League, so vit eru sera spentir. Vit hava bíðað í næstan eitt ár, síðani vit vunnu FM í U17. Tað verður spennandi at sleppa ein túr til Luksembourg, men fyrst og fremst gleða vit okkum at spæla framman fyri okkara egnu áskoðarum á Tórsvølli. Og tað hevði verið ordiliga stuttligt, um nógv komu at stuðla okkum.
Dysturin verður á Tórsvølli verður í annaðkvøld, mikukvøldið 18. september, kl. 19.00, og tað er ókeypis atgongd, skrivar HB.