U19: Fyrireika seg ímóti norðurírum

Sigfríður Clementsen, venjari hjá U19-landsliðnum við dreingum, hevur úttikið hópin, sum í næstum skal spæla tveir venjingardystir á útivølli móti Norðurírlandi

Sum fyrireiking til EM-undankappingina, sum verður í Grikkalandi í november mánað, fer U19-landsliðið við dreingjum í næstum til Norðurírlands, har tveir venjingardystir móti norðurírum eru á skránni. Sigfríður Clementsen er venjari hjá U19-dreingjunum, og hann hevur nú sett navn á teir 18, ið eru úttiknir til uppgávurnar í Norðurírlandi.

 

Fyrri dysturin verður á Mourneview Park í Lugan mikudagin 1. september, meðan tann seinni verður á The Oval í Belfast fríggjadagin 3. september. Báðar dagarnar er avspark klokkan 15:00.

 

Í EM-undankappingini er føroyska liðið komið í ein rættuliga sterkan bólk, saman við Týsklandi, Grikkalandi og Russlandi. Kappingin verður frá 8. til 17. november.

 

Hópurin:

 

Eiler Fróðason, 07 Vestur

 

Mathias Weihe Joensen, B36

 

Fríði í Túni Petersen, B68

 

Bogi Hentze, B71

 

Sverri Mariusarson, EB/Streymur

 

Jonathan Lassesen, HB Køge (Danmark)

 

Elias Rusborg, Hvidovre BK (Danmark)

 

Emil Weihe Joensen, ÍF

 

Líggjas Heðinsson, ÍF

 

Jákup Norðoy Wilhelmsen, KÍ

 

Beinir Nolsøe, NSÍ

 

Jørgin Nielsen, NSÍ

 

Poul Kallsberg, Skála

 

Bergur Jákupsson Poulsen, Víkingur

 

Hans Jákup Arngrímsson, Víkingur

 

Jákup Andrias Thomsen, Víkingur

 

Olaf Bárðarson, Víkingur

 

Jens Olsen, AaB (Danmark)