Eftir bragdið hjá U17 landsliðinum hjá dreingjunum, skal U19 kvinnulandsliðið royna at fylgja upp. U19 landsliðið spældi fysta dystin í gjár ímóti Kekkia. Vit møtti einum sterkum liði, men megnaðu at fylgja væl við fyrstu løtuna.
Okkara kvinnur komu tó vánaliga út til seinna hálvleik og eftir hálvleikstøðuna 15-14, megnaði Kekkia at leggja seg fram um við fimm málum beinaveg. Føroyar kom aldrin aftur í dystin, og eftir nógvar tekniskar villur, tapti Føroyar dystin greitt 33-25.
Føroyar spælir í dag ímóti Turkalandi. Umframt Kekkia og Turkalandi, eru Føroyar eisini í bólki við Kosovo. Turkaland og Kosovo dystaðust eisini í gjár, og tað endaði við einum 28-24 sigri til Turkaland. Tað eru bert tveir bólkar í kappingini, og hetta er ein B EM kapping, so tær heilt stóru hondbóltstjóðirnar luttaka ikki.
Í hinum bólkinum eru Norður Makedonia, Litava, Sveis og Georgia. Turkaland er á papírinum eitt lið, sum Føroyar áttu at kunnað skapt eitt úrslit ímóti. Dysturin byrjar klokkan13:00 og kann síggjast HER