Seinnapartin fekk føroyska U19-kvinnulandsliðnum í fótbólti eitt sera gott úrslit, tá í EM-kappingini eydnaðist at vinna 2-1 á Hvítarusslandi.
Undan dystinum í dag høvdu U19-kvinnurnar tapt 0-9 fyri Skotlandi og 0-3 fyri Finlandi í bólkinum, sum verður avgreiddur í Finlandi. Men seinnapartin reistust tær og vístu dygdir í seinasta dystinum í hesum umfari.
Føroyar vóru við yvirlutan á øllum økjum og vunnu fult uppiborið. At tað endaði 2-1, var í minna lagi, tí føroysku royndirnar innan fyri málrammuna vóru níggju í tali og bara tvær hjá hinum.
Øll trý málini komu í fyrra hálvleiki, og tað var Hvítarussland, sum kom á odda 1-0 longu í ellivta minutti. Men 10 minuttir fyri hálvleik fingu Føroyar brotsspark, sum Ansy Sevdal setti í málið, og beint fyri steðgin skoraði Íðunn Magnussen til 2-1, sum eisini gjørdist endaliga úrslitið.
Hóast føroysku kvinnurnar vóru við yvirlutan allan dystin, fekk Hvítarussland gyltan møguleika at javna 20 minuttir fyri tíð, tá dómarin dømdi brotsspark. Men Bjarta Johansen í føroyska málinum bjargaði, og so sluppu Føroyar við skrekkinum.
Hetta er sættu ferð, føroyska U19-kvinnulandsliðið vinnur ein dyst. Eisini seks ferðir er tað endað við javnleiki, og 32 dystir eru taptir.
Føroyska liðið: Bjarta O. Johansen Vár Næs, Birita Mortansdóttir, Rakul M. Johannesen, Annika Petersen Birna T. Johannesen, Eyðvør Klakstein, Ansy Sevdal, Maria Thomsen (Maria S. Mikkelsen, 46.), Elsa Splidt Jacobsen (Ásleyg Súnadóttir, 46.) Íðunn Magnussen (Elin Maria Isaksen, 66.)