U19-kvinnurnar til uttanlandskapping

Føroyska flogbóltskvinnulandsliðið er í bólki saman við Svøríki, Noreg og Ísland.

Í oktober fer føroyska U-19 landsliðið í kvinnuflogbólti til danska býin Ikast, har tær fara luttaka í altjóða unglingakapping NEVZA.


Sjey lið eru við í kappingini og eru tey býtt í tveir bólkar. Føroyar eru endaðar í bólki saman við Svøríki, Noregi og Íslandi, meðan Finnland, Danmark og Ongland eru í hinum bólkinum.


Fyrsti dysturin hjá føroysku U19-kvinnunum er ímóti Svøríki týsdagin 13. oktober klokkan 11 (10 føroyska tíð). Klokkan 18 (17 føroyska tíð) sama dag spæla U19 kvinnurnar móti Noregi, og klokkan 9 mikudagin 14. oktober spæla tær móti Íslandi.


Tey bæði fremstu liðini spæla hálvfinalu, meðan nummar trý í bólki A og nummar trý og fýra í bólki B spæla sínámillum plaseringsdystir.


Venjarar hjá kvinnunum eru Marjun Kalsø og Berit Norðoya Vilhelmsen.