U19-landsliðið var fyri stórtapi

Føroyska U19-landsliðið tapti stórt fyri Ísrael

Mynd: FSF

Føroyska U19-landsliðið fekk eina tunga byrjan upp á EM-undankappingini í Kroatia, har mótstøðuliðini eru Ísrael, Kroatia og Armenia.

 

Í dag møttu Føroyar Ísrael í tí fyrsta dystinum av trimum.

 

Føroysku U19-mennirnir máttu leggja rygg til eitt 0-6 stórtap. Í steðginum var Ísrael á odda 3-0.

 

Ísrael hevði 17 málroyndir, meðan føroyska liðið hevði fýra málroyndir, sambært hagtølunum. 

 

Leygardagin klokkan 11.30 spæla Føroyar móti kroatisku vertunum. Kroatia vann fyrr í dag 2-1 (1-0) á Armenia.

 

Týsdagin klokkan 11.30 spæla Føroyar móti Armenia. 

 

 

 

Mynd: FSF