U20 EM: Føroyar hava eina greiða favorittstøðu móti Sveis

Her eru oddsini upp á dystin Føroyar-Sveis

Mynd: HSF

Í morgin klokkan 11 spælir føroyska U20 manslandsliðið í hondbólti fyrsta U20 EM-endaspælsdystin í Celje í Slovenia.

 

Dysturin verður móti Sveis. Hósdagin spæla Føroyar móti Fraklandi og leygardagin spæla okkara menn móti Spania. So talan er um ein krútsterkan bólk. 

 

Tað er eingin ivi um, at Føroyar vera "underdogs" móti Fraklandi og Spania, men móti Sveis eru okkara menn favorittar.

 

Føroyar hava eina greiða favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin millum Føroyar og Sveis.

 

Miðaloddsini upp á føroyskan sigur eru 1,36.

 

Miðaloddsini upp á sveisiskan sigur eru 3,94.

 

Miðaloddsini upp á javnleik eru 9,10.

 

HER eru oddsini (klokkutíðin er CET):

 

##med2##

 

Mynd: HSF