U20 manslandsliðið í flogbólti er væl fyrireikað

(Rás2) Hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen gjørdi við Hans Simonsen, hjálparvenjara hjá U20 manslandsliðnum í flogbólti

Føroyska U20 manslandsliðið í flogbólti, sum fríggjadagin í næstu viku skal spæla sín fyrsta landsdyst í EM-kappingini í Stórhøllini á Hálsi, møtir í fyrsta dystinum Íslandi. Dysturin byrjar klokkan 19.

 

Hetta verður samstundis fyrsti EM-landsdystur, sum føroyska U20 manslandsliðið spælir á heimavølli, so á ein hátt verður søga skrivað hetta kvøldið. Føroyar hava í fleiri umførum spælt ímóti Íslandi, og seinast var í oktober í 2017, tá Føroyar vunnu 3-1 í kapping í Kettering í Onglandi.

 

Settini endaðu 25-20, 20-25, 25-21, 25-14. Leygardagin 24. mars skal liðið spæla ímóti Skotlandi, og sunnudagin 25. mars verður mótstøðuliðið Luksemborg.

 

Seinnapartin prátaði Óli G. Samuelsen við Hans Simonsen, hjálparvenjara, sum saman við Rajko Petrovic, høvuðsvenjara venur U20 manslandsliðið í flogbólti.

 

Hans Simonsen er varin optimist til kappingina, og hann heldur, at liðið hevur fyrireikað seg so væl til kappingina við venjingum og venjingardystum.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Óli G. Samuelsen hevði við Hans Simonsen.