Michał Przybylski, sum hevur búð í Føroyum síðani hann var tvey ára gamal, hevur í dag spælt sín fyrsta ungdómslandsdyst fyri Pólland. Hann hevur eitt ynski um at umboða Føroyar.
Les eisini: Przybylski úttikin til U20 landsliðið hjá Póllandi
U20 landsliðið hjá Póllandi tapti 2-1 fyri Portugal. Michał Przybylski kom á vøllin seinasta hálv tíman. Hóast hann hevur spælt ein U20 landsdyst fyri Pólland, so kann hann framvegis koma til at umboða Føroyar.
Les eisini: Ynski at umboða Føroyar
Hann hevur fyrr boðað frá, at hann er í holt við at fáa sær føroyskt pass, men tað gongur strilti í løtuni. Í besta føri kunnu pappírini koma upp á pláss í 2019.