Seinnapartin klokkan 17 spælir føroyska U21-landsliðið fjórða EM-undankappingardystin í undanbólki C.
Aftaná sigrar á Estlandi, Íslandi og Luksemborg í trimum teimum fyrstu dystunum eru Føroyar fremst í bólkinum við fullum stigatali.
Uppgávan klokkan 17 á vøllinum við Djúpumýru í Klaksvík verður tó av tungum kalibri. Bólkafavorittarnir, Frakland eru mótstøðuliðið. Talan verður um fyrsta dystin hjá Fraklandi í hesari undankappingini.
6. september í 2021 megnaði táverandi U21-landsliðið javnleik 1-1 móti Fraklandi á ovara vølli í Gundadali, tá Steffan A. Løkin javnaði í seinna hálvleiki. Eitt hálvt ár seinni vann Frakland 2-0 á heimavølli.
Frakland hevur eina risastóra favorittstøðu hjá altjóða veddingarfyritøkum, ið lata odds upp á dystin.
Oddsini upp á føroyskan heimasigur liggja millum 17,00 og 34,00.
Oddsini upp á javnleik liggja millum 9,00 og 12,00.
Oddsini upp á franskan útisigur liggja millum 1,04 og 1,07.
HER eru oddsini:
##med2##
##med3##