U21 fekk uppibornan javnleik í Azerbaidjan

Sportalurin hevur júst prátið við Heðin Askham, sum er annar av landsliðsvenjarunum hjá føroyska U-21 landsliðnum. Azerbaidjan legði seg á odda 1-0 í 20. minutti, men 5 minuttir seinni javnaði Gudmund Nielsen úr B71 til 1-1. Azerbaidjan legði seg aftur á odda 2-1 eftir 32 minuttirs spæl. Heðin Askham sigur, at hitin varð øgiligur í 1. hálvleiki var rættuliga nógvur, og darvaði tað føroyska spælinum. Men í 2. hálvleiki var sólin farin vesturum, og hitaviðurskiftini gjørdist nógv betri, og varð føroyska liðið tað betri og meiri skapandi liðið í 2. hálvleiki. Tá eitt korter restaði bleiv Levi Hanssen hjá EB/Streymi feldur í brotssteiginum, og dómarin var ivaleysur, og dømdi brotsspark til Føroyar. Levi vildi sleppa at skjóta sjálvur, og setti hann bóltin í netið til javnleik 2-2, sum gjørdist endaliga úrslitið. Í yvirtíðini hevði Sølvi Vatnhamar eitt rimmarskot frá 25 metrum, sum azerbaidjanski málverjin á undrunnarveradan hátt fekk jústað upp um trýkantin, annars hevði verið talan um aldarinnar føroyska landsliðsmál. Men kortini tillukku til Heðin Askham og Bill McLeod Jacobsen og U-21 hópin. Øll stig lívga, og er talan um eitt flott avrik í nógvum hita í einum fjarskotnum landi.