Skal ein taka støði í hagtølunum frá tveimum teimum seinastu EM-undankappingunum, so stórtrívist føroyska U21 landsliðið á ovara vølli í Gundadali.
Føroyska U21 landsliðið hevur í 9 heimadystum á ovara vølli í Gundadali fingið stig í 6 dystum. U21 landsliðið hevur vunnið tveir, spælt fýra javnar, og hevur tapt tríggjar EM-undankappingardystir í Gundadali. Bert í tí eina dystinum ímóti Rumenia hevur talan verið um veruligt skrædl. Í hinum 8 dystunum hevur føroyska liðið verið við til at mynda dystirnar meir ella minni.
Úrslitini hjá føroyska U21 landsliðnum á heimavølli í Gundadali í EM-undankappingum 2009-2012 hava verið hesi :
Føroyar - Rumenia 0-4
Føroyar - Russland 1-0
Føroyar - Lettland 1-3
Føroyar - Moldova 1-1
Føroyar - Andorra 3-1
Føroyar - Norðurírland 0-0
Føroyar - Makedonia 1-1
Føroyar - Serbia 0-2
Føroyar - Danmark 1-1
Hetta gevur 10 stig í 9 heimadystum og málúrtøkuna 8-13.