Føroyska U21-landsliðið hevur fingið gyltan møguleika at vinna seg víðari til fjórðingsfinalurnar úr millumbólki 2 í HM-endaspælinum í Týsklandi og Grikkalandi.
Portugal vann 33-31 á Spania. Spania var á odda 20-19 í steðginum. Harvið fekk Portugal hevnd yvir iberiska arvafíggindanum, ið vann EM-finaluna á Portugal í Portugal í fjør.
Úrslitið merkir, at Portugal hevur fýra stig, Føroyar hava tvey stig, Spania og Brasil hava einki stig í HM-millumbólki 2.
Vinna Føroyar á Brasil í dystinum, ið byrjar klokkan 17, so hava okkara menn tryggjað sær luttøku í fjórðingsfinaluni. Við javnleiki sær tað eisini gott út, men tá er tað ikki í pottinum enn.
KOYR Á FØROYAR!!!